Jana Sørensen 20 ár í vardum starvi í Frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini

Mikudagur 04-09-2019

Jana Sørensen er eitt gott dømi um, hvussu ein rúmligur arbeiðsmarknaður ger stóran mun, tí í 20 ár hevur hon trúføst røkt starv sítt í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í Havn.

Tá Jana Sørensen var liðug við fólkaskúlan í 1999, var tað ikki sjálvsagt, at tað var rúm fyri henni á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevur serligar avbjóðingar, hon orkar ikki líka væl og er ikki so kropsliga sterk.

Men tað skuldi vísa seg at saman við Tórshavnar Kommunu, Almannaverkinum og ikki minst dyggum stuðli heimanifrá, so hevur Jana Sørensen ikki bara røkt sítt starv hesi 20 árini. Hon hevur knýtt óteljandi vinarbond við børnini, sum hava gingið í frítíðarskúlanum hesi árini og hon hevur tikið alt fleiri uppgávur á seg.

 

Jana vildi vera í frítíðarskúlanum

Tá Jana Sørensen byrjaði í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini var tað í Ung í arbeiði. Men tá hon gleið úr skipanini, so vildi hon ikki til hús. So eitt tíðarskeið helt hon áfram at arbeiða uttan løn.

Jana Sørensen kom í vart starv í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í 2002, tá táverandi leiðarin, Jóannes Árting, tók stig til at fáa skipaði viðurskifti og so er restin søga.

 

Tað skal vera rúm fyri øllum

Hugsjónin hjá frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini er, at tað skal vera rúm fyri okkum øllum, hóast vit als ikki eru eins sum menniskju. Hetta er ein hugsjón, sum gongur aftur í gerandisdegnum og sum eisini umfatar Janu Sørensen.

Jana Sørensen er ein heilur partur av frítíðarskúlanum, hóast hon er í vardum starvi. Fyri Jan Laursen, sum er leiðari í frítíðarskúlanum merkir tað, at hann eisini setir krøv til Janu:

- Áðrenn eg kom, so arbeiddi hon mest í køkinum, men hon kundi meir enn tað. So Jana hevur fingið størri ábyrgd, bæði tá tað kemur til praktisku viðurskftini, men eisini í sambandinum við børnini. Tað er til gleði hjá bæði henni og hjá børnunum, sigur Jan Laursen.

Fyri Janu Sørensen er tað besta við starvinum í frítíðarskúlanum, tá tey fara túr við børnunum, men henni dámar eisini væl at fordjúpa seg í perlunum, at snikka saman spurnarkappingar og annars bara at spæla við børnini.

Almannaverkið vil við hesum ynskja Janu Sørensen og frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini tillukku við teimum 20 árunum.

Jan Laursen leiðari í frítíðarskúlanum í badmintonhøllini og Edvard Heen Randfríð Sørensen - mamma Janu - heldur røðu Randfríð Sørensen - mamma Janu - heldur røðu Randfríð Sørensen - mamma Janu - heldur røðu Jana Sørensen saman við foreldrunum Petur og Randfríð Sørensen Jana Sørensen, Jan Laursen og Edvard Heen

Seinastu tíðindi