Kanningarleistur í Almannaverkinum

Tuesday 23-06-2020

Síðan 7. mai, tá virksemið í Almannaverkinum fór í gongd aftur, eru flestu tænasturnar nú fult virknar. Atlit verða framhaldandi tikin fyri fólki í vandabólkum, og almennu leiðreglurnar um kanningar fyri koronasmittu í sambandi við ferðing eru settar í verk, umframt at Almannaverkið setur í verk kanningar av starvsfólkum, sum hava verið uttanlands og starvast við borgarum í vandabólki.

Fyri borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum er tað vorðin gerandisdagur aftur, og tað er at fegnast um. Strongu tiltøkini, sum vóru sett í verk, tá smittan rakti, løgdu stórt trýst á øll, sum eru í Almannaverkinum og ikki minst á avvarðandi hjá bæði borgarum og starvsfólkum.

Øll sum ein tóku uppgávuna á seg, og tað er okkum øllum at takka, at Almannaverkið og borgararnir, sum fáa tænastur frá stovninum, eru komin so væl ígjøgnum hesu torføru tíð. Tað eiga tit øll somul stóra tøkk fyri.

Síðan 7. mai er dentur lagdur á at økja tænastustøðið aftur til tað vanliga, samstundis sum atlit hava verið tikin til almennu tilmælini og møguligan smittuvanda. Dentur hevur verið lagdur á at økja um lívsgóðskuna aftur aftaná torføru tíðina. Ansað hevur tó verið eftir, at borgarar ikki fáa tilboð í ov nógvum støðum.

Hóast almennu tilmælini eru linkaði nógv, so er framvegis av stórum týdningi at ansa væl eftir borgarum í vandabólki. Serligu almennu tilmælini fyri fólk í vandabólki eru at ansa væl eftir handreinføri og reinføri sum heild, avmarka kropsligt samband við onnur, vera sera ansin har nógv fólk savnast, og annars at halda seg heima um man kennir seg sjúkan.

Almannaverkið setur skipanir í verk, sambært tilmælunum, sum verja borgarar í vandabólki. Nakrir borgarar verða vardir meira enn aðrir.

 

Starvsfólk, sum ferðast mugu kannast

Landsstýrið hevur nú latið upp fyri ferðing í Schengen økinum og í ES. Hetta hevur við sær, at tað er hugsandi, at starvsfólk í Almannaverkinum fara uttanlands í feriu í summar.

Avgerðin um at lata upp mørkini fyri ferðing uttanlands og til Føroya hevur við sær, at ein kanningarskipan verður sett í verk fyri stovnar og starvsfólk, sum starvast á stovnum, har borgarar í vandabólki eru. Kanningarskipanin fær virknað viðvíkjandi hesum hendingum:

  • Starvsfólk á stovni ella tænastu, sum hevur verið uttanlands.
  • Starvsfólk á stovni ella tænastu, sum fáa fólk á vitjan, ið koma úr øðrum londum.
  • Starvsfólk á stovni ella tænastu, har ein í húsarhaldinum starvast uttanlands og kemur til Føroya.
  • Búfólk hjá Almannaverkinum, sum búgva saman við fólki, ið eru í vandabólki, skulu eisini kannast í samband við uttanlands ferð, á sama hátt sum starvsfólk.
  • Vitjandi, sum hava verið uttanlands, skulu bíða 14 dagar við at vitja á stovni ella tænastu fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu.
  • Í serligum førum ber til at vitja 7. dagin eftir heimkomu, treytað av, at vitjandi 6. dagin hevur latið seg kannað og royndin er negativ.
  • Í sambandi við smittu skulu starvsfólk og borgarar fylgja vegleiðingunum og boðum frá almennu umsitingini - meir sæst at lesa á www.corona.fo.

 

Starvsfólk vera eggjaði til at lata seg kanna, um tey meta, at tey hava verið útsett fyri smittuvanda.

Starvsfólkini skulu lata seg kanna dag 0., 3, og 6. dag í tíðarskeiðnum. Viðkomandi starvsfólk kann koma aftur til arbeiðis frá degi 1, men kanningin skal vera negativ. Kanningin dag 0 fer fram í samband við innkomu til Føroyar sambært www.corona.fo.

Triðja og 6. dag verður kanningin gjørd av Thetis í Havn. Sostatt verða kanningar bara gjørdar í Havn fyri fyrst, men tað verður kunnað nærri seinni, um fleiri kanningarmøguleikar gerast tøkir.

Fyri starvsfólk, sum fáa útisetar, maka ella ferðafólk heim, er fylgjandi galdandi: Starvsfólk eiga at lata seg testa 2. dag aftaná samveru við útisetar, maka ella ferðafólk, og aftur 6. dag, um ein skal til arbeiðis í hesum tíðarskeiði. 

Kanningarleisturin er galdandi til 31. august 2020, ella til onnur boð verða givin.

 

Almannaverkið

Seinastu tíðindi