
Kunning um broyting í treytunum fyri at fáa persónliga viðbót vegna serliga trupul kor - pensionistar
Um tú er pensionistur, kanst tú fáa stuðul til at gjalda eina neyðuga og rímiliga grundaða útreiðslu, um ein ítøkilig tørvsmeting vísir, at tú ikki er før/-ur fyri at gjalda útreiðsluna. Talan kann verða um stuðul til at gjalda eina stakútreiðslu ella eina framhaldandi útreiðslu.
Við gildi frá 1. mai 2019 eru broytingar gjørdar í treytunum fyri at fáa persónliga viðbót, soleiðis at tað nú einans verður hugt at støðuni hjá tær, og ikki møguligum hjúnafelaga, tá støða skal takast til, um tú lýkur treytirnar fyri persónligari viðbót. Tað verður hugt at tínum ognum, inntøkum, útreiðslum og sosialu viðurskiftunum annars. Hetta merkir, at t.d. ognar- og inntøkuviðurskiftini hjá einum møguligum hjúnafelaga ikki hava ávirkan á, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa persónliga viðbót.
Almannaverkið skal gera eina tørvsmetingina sum vísir, um tú er før/-ur fyri at gjalda útreiðsluna, tá umsóknin hjá tær verður viðgjørd. Við í tørvsmetingina verður tikin:
· øll inntøka hjá tær, undantikið møgulig barnaviðbót, røktarviðbót, hjálparviðbót og viðbót til ávísar pensionistar (brennistudningur).
· rímiligar fastar útreiðslur. Hetta eru útreiðslur til bústað, húsatrygging, ljós, hita og barnaansing. Aðrar fastar útreiðslur kunnu eftir umstøðunum í tí einstaka førinum verða tiknar við, tí tær verða mettar neyðugar og rímiligar. Ert tú gift/-ur ella sambúgvandi, verða helvtina av føstu útreiðslunum tiknar við í útrokningina
· útreiðslur til mat klæði, og tílíkt. Her verður roknað við einari fastari upphædd uppá 4.218 kr. um mánaðin ert tú støk/stakur og 3.393 kr. um mánaðin um tú er gift/-ur ella sambúgvandi
Tú kanst ikki fáa persónliga viðbót, um tú eigur ogn, ið kann nýtast til at rinda útreiðsluna. Ogn er til dømis reiður peningur, innistandandi, virðisbrøv, kapitalpensónir og fastognir útyvir egnan bústað, so sum sethús, summarhús og aðrar fastognir, umframt kostnaðarmikið innbúgv, sum ikki er vanligt í einum húsarhaldi. Undantikið hesum er minni ogn, t.d. innistandandi peningi, um upphæddin er niðanfyri 20.000 kr. (vegleiðandi). Ogn hjá møguligum hjúnafelaga hevur ongan týdning fyri, um tú kanst fáa persónliga viðbót.
Um tú er gift/-ur ella sambúgvandi og søkir um stuðul til at gjalda eina felagsútreiðslur, t.d. oljurokning ella køliskáp, kanst tú fáa stuðul til helvtina av útreiðsluni, um tú lýkur treytirnar. Tín hjúnafelagi ella sambúgvi kann søkja um persónliga viðbót til at gjalda helvtina, um hann er pensionistur.
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Samlivandi pensjónistarHósdagur 16-01-2025Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at
- Bólkavenjing fyri fólk, ið hava afasiHósdagur 09-01-2025Hevur tú afasi? Ert tú millum 18-67 ár? Deildin Samskiftismenning fer í februar 2025 at bjóða bólkavenjing fyri fólk, ið hava fingið afasi.