Kunning um nýggja bygnaðin í Trivnaðardeplinum
Frá 1. januar 2023 tekur nýggi bygnaðurin í Trivnaðardeplinum við. Trivnaðardepilin verður savnaður undir einum trivnaðarstjóra við seks eindum, ið fáa heiti eftir fakliga innihaldinum. Asta Marjunardóttir verður nýggjur trivnaðarstjóri.
Bygnaðarbroytingin hevur trý høvuðsendamál:
• Leiðslan tættast at borgarum og starvsfólki verður styrkt, meðan ovasta leiðslan smalkar.
• Fakligu økini skulu savnast og styrkjast.
• Størri gjøgnumskygni og færri markamót til gagns fyri borgarar og starvsfólk.
Nýggi bygnaðurin í Trivnaðardeplinum er nú endaliga staðfestur, og seks nýggj leiðslutoymi eru sett. Nýggju leiðslutoymini eru samansett av dugnaligum fólkum við nógvum fakligum innliti og góðum leiðsluroyndum. Niðanfyri er yvirlit yvir nýggja bygnaðin:
Broytingar í samsvari við virði og yvirskipaðu mál Almannaverksins
Bygnaðarbroytingin í Trivnaðardeplinum stuðlar undir endamál, stremban, virðini og yvirskipaðu málini hjá Almannaverkinum. Samanumtikið metir leiðslan, at broytingarnar við sterkari leiðslu nærri at borgaranum og starvsfólkunum, savnaði og styrkt faklig øki, og at ovasta leiðslan smalkar, tilsamans styðja undir felags virði okkara:
• Vit leggja dent á yrkisdugnaskapin
• Vit betra um gjøgnumskygnið
• Vit betra um trivnaðin
• Vit tendra fyri eldhuginum
• Vit tryggja javnvirðið
Bygnaðarbroytingarnar hava eisini í hyggju at koma nærri at yvirskipaðu málunum um størri opinleika og skynsaman rakstur.
Vinarliga
Edvard Heen,
stjóri
Móttøka í Búfelagsskapinum á Kneysum á Toftum 6. februarFríggjadagur 30-01-2026
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at
Hækking av hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøkuHósdagur 01-01-2026Frá 1. januar 2026 verður endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku hækkað frá kr. 27.779 til kr. 31.000 um mánaðin, umframt frítíðarløn og bun