Kunning um pensjónsáseting 2027
Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt.
Verandi áseting
Higartil hevur pensjónsveitingin verið ásett eftir mettari inntøku fyri eitt ár. Tá árið er liðugt og TAKS hevur uppgjørt veruligu inntøkuna fyri árið, kannaði Almannaverkið eftir, um ein hevði fingið røttu pensjónina.
Gamla inntøkugrundarlagið, ið pensjónin var útroknað eftir, var mett ársinntøka.
Tá veruliga inntøkan var uppgjørd hjá TAKS, var pensjónin eftiroknað í mun til veruliga inntøku.
Úrslitið av eftirrokningini kundi verði:
Eingin munur.
Eftirgjald av ov lítið útgoldnari pensjón.
Krav eftir ov nógv útgoldnari pensjón.
Broytt áseting
Frá januar 2027 verður pensjónin ásett fyri hvønn mánaða sær. Grundarlagið fyri útgjaldinum verður inntøkan sambært TAKS seinastu 12 mánaðirnir frammanundan pensjónsútgjaldinum.
Nýggj pensjónsáseting (sjálvsvirkin áseting):
Inntøkugrundarlagið er samlaða A-inntøkan sambært TAKS seinastu 12 mánaðirnar frammanundan pensjónsútgjaldinum.
B-inntøka og kapitalinntøka, tá ið tær eru tøkar hjá TAKS. Hetta er einaferð árliga. Hjá flestu borgarum eru hesar inntøkur tøkar í marsmánaða á hvørjum ári. Tá hesar inntøkur eru tøkar hjá TAKS, ávirka tær pensjónina komandi 12 mánaðirnar.
Av tí at ásetingin er nýggj hvønn mánaða, kann roknast við, at hjá teimum, sum hava ójavna inntøku, verður pensjónsútgjaldið ymiskt hvønn mánaða.
Mótrokning
Inntøka, sum verður mótroknað, er A-inntøka, B-inntøka, kapitalinntøka, útlendsk inntøka og ávísa leiguinntøka. Í høvuðsheitinum øll inntøka, sum er hægri enn
kr. 61.900 fyri fólkapensjónistar og
kr. 106.000 fyri fyritíðarpensjónistar og tey sum fáa framskundaða pensjón.
Hetta eru tær sokallaður frádráttarfríu inntøkuupphæddirnar (upphæddirnar eru fyri 2026).
Inntøka omanfyri nevndu upphæddir verður mótroknað í pensjónini eftir ávísum leisti.
Undantikið mótrokning er:
Pensjón.
Samhaldsfasti.
Útlendskar sosialar pensjónir.
Aðrar inntøkur, har tað við lóg er ásett, at tær ikki skulu mótroknast í pensjónini.
Kanna um tín pensjón er røtt
Ynskir tú at kanna eftir, um tín pensjón er røtt, ber til at fara á heimasíðuna hjá Almannaverkinum og rokna:
mánaðarligu fólkapensjónina ella
mánaðarligu fyritíðarpensjónina/framskundaðu pensjónina.
Á borgaragluggin.fo finnur tú:
A-Inntøkuna seinastu 12 mánaðirnar.
B-inntøkur og Kapitalinntøkur síggjast á ársuppgerðini.
Eisini eru A-inntøkur at finna á kontuavriti frá bankanum.
Eftirrokning
Vanliga verður eingin eftirrokning gjørd aftaná 1. Januar 2027
Men í teimum førum, har TAKS broytir eina álíkning fyri eitt uppgjørt kalendaraár og inntøkuupplýsingar verða broyttir, kann Almannaverkið taka avgerð um, at eftirrokna pensjónina fyri viðkomandi kalendarár.
Pensjónistar búsitandi uttanlands
Pensjónistar búsitandi uttanlands og sum fáa fólka- ella fyritíðarpensjón úr Føroyum verða ikki ávirkaðir av omanfyri lýstu broytingum.
Pensjónistar, ið búgva uttanlands skulu framhaldandi lata inn lív- og inntøkuváttan árliga. Móttekur Almannaverkið ikki lív- og inntøkuváttan, steðgar pensjónsútgjaldingin fyribils til upplýsingarnir eru móttiknir.
Nýggjur pensjónistur fær fulla pensjón til fyrsta ársinntøkan, aftaná at ein er vorðin pensjónistur, er kend.
Inntøkugrundarlagið verður ásett árliga, við støði í inntøkuupplýsingum frá seinasta uppgjørda skattaárið og verður játtanin galdandi fyri 12 mánaðir (eitt kalendarár). Til dømis verður pensjónin ár 2027 veitt við grundarlagið í ársinntøkuni ár 2025.
Fráboðanarskylda
Almannaverkið skal gera vart við, at fráboðanarskyldan framhaldandi er galdandi fyri:
Broytingar í borgarastøðu frá giftur/samlivandi til stakur og øvugt.
Samlívsbroytingar (flyting úr egnum heimi á stovn).
Flyting til og úr Føroyum.
Kontubroytingar .
Ivamál
Er tú í iva um eitthvørt viðvíkjandi broytingini, kanst tú seta teg í samband við Almannaverkið.
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at