Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólk
1. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina.
Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at fáa endurgoldið ein part av lønarútreiðslunum, tá starvsmaðurin hevur verið sjúkur í meira enn fýra vikur. Fyrstu fýra vikurnar rindar arbeiðsgevarin sjálvur.
Endurgjaldið fylgir somu reglum sum aðrar dagpeningaveitingar og kann vera upp til 80% av eini arbeiðaraløn sambært sáttmálanum millum Føroya Abeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Hvør kann fáa endurgjald?
Skipanin er ætlað smærri vinnurekandi, t.v.s. fyritøkum, sum:
- hava samlaðar lønarútreiðslur upp til 4 mió. kr. sambært síðsta álíknaða inntøkuári
- hava starvsfólk sett sambært starvsmannalógini
- eru privatir arbeiðsgevarar
Endamálið við lógaruppskotinum er at fyribyrgja støður, har smærri vinnurekandi koma í fíggjarligt óføri, tí ein starvsmaður hjá fyritøkuni verður langtíðarsjúkur. Tað meira yvirskipaða endamálið er at geva smærri vinnurekandi í Føroyum betri treytir at virka og menna seg undir.
Umsóknarblað við kunning um treytir og skjalprógv finst her.
- ÓlavsøkanHósdagur 16-07-2026Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er móttøkan í Tórshavn stongd. Ólavsøkuaftan svara telefonirnar millum kl. 10 og 12 Almannaverkið ynskir
Upplatingartíðir summarið 2026Týsdagur 23-06-2026Í summarfrítíðini frá 13. juli til 7. august er avgreiðslan í Tórshavn opin millum kl. 10 og 12 og avgreiðslunar í Klaksvík, Runavík og á Tv
Skrivstovan hjá Tulking er stongd frá 3. - 7. august 2026Fríggjadagur 29-05-2026Skrivstovan hjá Tulking er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 3. august til fríggjadagin 7. august 2026 Skrivstovan letur upp aftur mánad