Móttøka í nýggja Sambýlinum Reynstún á Argjum 17. juni
Mikudagur 12-06-2024
Við hesum verður bjóðað til almenna móttøku í nýggja Sambýlinum Reynstún á Argjum
mánadagin, tann 17.06.2024 kl. 15.00.
Sambýlið Reynstún er á Glyvursvegi 30 á Argjum og er til fólk við menningartarni og fjølbreki. Í nýggja sambýlinum er pláss fyri 18 fólkum at búgva.
Á skránni verða røður og sangframførsla. Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fegnast um nýggja sambýlið. Tað er
gleðiligt, at fólk við menningartarni og fjølbreki fáa ein góðan bústað við góðum umstøðum í gerandisdegnum.
Húsið verður opið fyri almenninginum frá kl. 13.00 til kl. 17.00 hendan dagin.
Verið hjartaliga vælkomin.
Seinastu tíðindi
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj