Nýggj eindarleiðsla í Almannaverkinum

Týsdagur 01-11-2022

Sum liður í umskipanini av bygnaðinum í Trivnaðardeplinum varð í september lýst innanhýsis eftir eindarleiðarum til nýggju eindirnar. Øllum leiðarum og eindarleiðarum í Trivnaðardeplinum stóð í boði at søkja. Setanartilgongdin er nú liðug, og seks nýggir eindarleiðarar eru settir. Nýggi bygnaðurin er galdandi frá 1. januar 2023.

Endamálið við broytingini er at styrkja og savna fakligu økini, styrkja um leiðsluna tættari at borgaranum og at skapa ein bygnað, sum hevur færri markamót og størri gjøgnumskygni.

Virknistænastur
Jóhanna Jancyardóttir verður eindarleiðari í eindini Virknistænastur. Jóhanna hevur útbúgving sum námsfrøðingur og hevur tikið skeið í leiðslu. Hon hevur fleiri ára royndir úr Almannaverkinum sum námsfrøðingur og leiðari. Hon kemur úr starvi sum leiðari í Eind 7 og var virkandi eindarleiðari í Eind 7 frá mars 2021 til august 2022.

Likamligt brek
Elin Danielsen verður eindarleiðari í eindini Likamligt brek. Elin er útbúgvin fysioterapeutur og hevur akademiútbúgving í leiðslu. Hon hevur fleiri ára royndir úr Almannaverkinum og hevur m.a. verið leiðari fyri sambýlini í Niðarugøtu og á Sundsvegnum. Elin kemur úr starvi sum eindarleiðari í Eind 8, har hon hevur verið síðan 2016.

Barnavernd AV
Julianna Næs Olsen verður eindarleiðari í eindini Barnavernd AV. Julianna er útbúgvin námsfrøðingur og hevur tikið leiðsluskeið. Hon hevur drúgvar royndir úr Almannaverkinum, har hon hevur starvast í nógv ár sum leiðari á sambýlum og eindarleiðari í Eind 5. Hon kemur úr starvi sum eindarleiðari í Eind 10, har hon hevur verið síðan 2019.

Menningartarn
Teitur Jóannesarson verður eindarleiðari í eindini Menningartarn. Teitur hevur útbúgving sum námsfrøðingur og hevur tikið skeið í leiðslu. Hann hevur fleiri ára royndir úr Almannaverkinum, bæði sum hjálparfólk, námsfrøðingur, leiðari og eindarleiðari. Teitur hevur verið eindarleiðari í Eind 5 síðan 2020.

Autisma
Elisabeth Christiansen verður eindarleiðari í eindini Autisma. Elisabeth er útbúgvin ergoterapeutur og hevur tikið leiðsluskeið. Hon hevur nógvar royndir frá autismuøkinum í toyminum í Runavík, har hon var frá 2010-2015. Hon hevur verið leiðari í Eind 3 síðan 2016.

Sosialpsykiatri
Andrea Petursdóttir verður eindarleiðari í eindini Sosialpsykiatri. Andrea hevur útbúgving sum ergoterapeutur og sjúkrarøktarfrøðingur og hevur diplomútbúgving í leiðslu. Hon hevur starvast í Almannaverkinum í fleiri ár og hevur nógvar leiðsluroyndir sum leiðari í Eind 4 og síðan 2021 sum eindarleiðari í Eind 4.

Nýggja eindarleiðslutoymið saman við trivnaðarstjóranum.
Frá vinstru: Jóhanna Jancyardóttir, Elin Danielsen, Julianna Næs Olsen, Asta Marjunardóttir, Teitur Jóannesarson, Elisabeth Christiansen og Andrea Petursdóttir.

Leiðslan fegnast um nýggja eindarleiðslutoymið, ið er samansett av dugnaligum fólki við nógvum fakligum innliti og góðum leiðsluroyndum.

Nýggju eindarleiðararnir fara nú saman við Astu Marjunardóttir, trivnaðarstjóra, undir arbeiðið at samanseta nýggju leiðslubólkarnar og staðfesta endaliga bygnaðin, áðrenn hann verður settur í verk 1. januar 2023.

Les meira um nýggja bygnaðin her.

Seinastu tíðindi