Oljuískoyti

Mikudagur 30-11-2022

Nú ber til at søkja um oljuískoyti, sum er ein upphædd upp á kr. 10.000. Oljuískoyti verður latið einaferð, til ein persón í húskinum.

Seinasta freist at søkja um oljuískoyti er 30. november 2022

Treytirnar fyri oljuískoyti eru fylgjandi:

Húski

Húski sambært hesi grein eru persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á bústaðnum.

Inntøkugrundarlagi

Oljuískoyti kann ikki verða veitt húski um inntøkan fer upp um

  • 290.000, fyri húski, við 1 vaksum við ella uttan børn
  • 390.000, fyri húski, við 2 vaksum ella fleiri og 0, 1 ella 2 børn
  • 410.000, fyri húski, við 2 vaksum ella fleiri og 3 ella fleiri børn

Í sambandi við oljuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum roknast við í inntøkugrundarlagið.

Inntøkugrundarlagið, sum oljuískoyti er grundað á, er skattskyldug inntøka sambært skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært ásetingarlógini. Aðrar inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni

Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum oljuískoytið verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnar.

Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið oljuískoytið verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.

Ogn

Oljuískoyti kann ikki verða veitt húski um ognin fer upp um

  • Kr. 50.000, fyri húski, ið telur eitt ella tvey vaksin
  • Kr. 70.000, fyri húski, ið telur trý ella fleiri vaksin

At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.

Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.

Umsóknarblað fæst her.

Oljuískoyti er ein nýggj veiting, sum Almannaverkið skal umsita, og tí er neyðugt hjá Almannaverkinum við eitt sindur av fyrireikan, men vit vóna at tey fyrstu fara fáa útgoldið oljuískoyti fyrst í november.

Seinastu tíðindi