
Orkuískoyti
Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti.
Umsóknarblað finst her!
Avgerð um rættin til orkuískoyti er grundað á inntøku- og ognarviðurskiftini sambært TAKS.
Bústaður sambært landsfólkayvirlitinum, er avgerandi fyri hvør hoyrir til húski.
Neyðugt er, at allir persónar yvir 18 ár og sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásettir á bústaðnum vátta á umsóknarblaðið, at Almannaverkið kann útvega sær upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um orkuískoyti frá skattamyndugleikum, landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini, herímillum frá peningastovnum, um hetta gerst neyðugt fyri málsviðgerðina.
Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til kr. 50.000, sum ikki verður roknað sum ogn.
Umsóknarfreistin, fyri árið í ár, er 30. juni 2025
Meira fæst at vita her!
- OrkuískoytiTýsdagur 04-02-2025Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund
- Samlivandi pensjónistarHósdagur 16-01-2025Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at
- Bólkavenjing fyri fólk, ið hava afasiHósdagur 09-01-2025Hevur tú afasi? Ert tú millum 18-67 ár? Deildin Samskiftismenning fer í februar 2025 at bjóða bólkavenjing fyri fólk, ið hava fingið afasi.