
Orkuískoyti - freist 30. juni 2025
Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti.
Umsóknarblað finst her!
Avgerð um rættin til orkuískoyti er grundað á inntøku- og ognarviðurskiftini sambært TAKS.
Bústaður sambært landsfólkayvirlitinum, er avgerandi fyri hvør hoyrir til húski.
Neyðugt er, at allir persónar yvir 18 ár og sum sambært Landsfólkayvirlitinum eru skrásettir á bústaðnum vátta á umsóknarblaðið, at Almannaverkið kann útvega sær upplýsingar av týdningi fyri viðgerð av málum um orkuískoyti frá skattamyndugleikum, landsfólkayvirlitinum, kommunalum myndugleikum og øðrum viðkomandi, ið hava kunnleika til viðurskiftini, herímillum frá peningastovnum, um hetta gerst neyðugt fyri málsviðgerðina.
Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til kr. 50.000, sum ikki verður roknað sum ogn.
Umsóknarfreistin, fyri árið í ár, er 30. juni 2025
Meira fæst at vita her!
- Móttøka í samband við stjóraskifti í AlmannaverkinumFríggjadagur 30-05-2025Í sambandi við stjóraskiftið í Almannaverkinum verður bjóðað til móttøku fyri nýggja stjóranum, Hjørdis Mortensen og fráfarandi stjóra, Edva
- Nýggjur stjóri settur fyri AlmannaverkiðTýsdagur 01-04-2025Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur í dag sett Hjørdis S. Mortensen í starvið sum nýggjur stjóri fyri Al
- Orkuískoyti - freist 30. juni 2025Týsdagur 04-02-2025Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund