Sandavágs Timburhandil er ársins rúmligi arbeiðsgevari
Á ráðstevnuni Kná børn í Norðurlandahúsinum í dag, útnevndi landsstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Sandavágs Timburhandil til ársins rúmliga arbeiðsgevara. Við heiðrinum fylgir umframt eitt skreyblað, ein standmynd, sum borgarar í Almannaverkinum hava gjørt til høvið.
Starvsfólk í Almannaverkinum hava innstillað teir arbeiðsgevarar, sum tey hava mett at hava uppiborið heiðurin Ársins rúmligi arbeiðsgevari, tí arbeiðsgevararnir hava gjørt serligan mun, tá tað snýr seg um at hava fólk við serligum tørvi í starvi.
Í grundgevingini, fyri hví Sandavágs Timburhandil hevur uppiborið heiðurin, stendur millum annað:
- Ígjøgnum nógv ár, hevur Sandavágs Timburhandil bjóðað fleiri av borgarunum í Vágum, við ymiskum avbjóðingum, bæði sálarligum og sosialum, starv.
Starvsfólkini leggja dent á hugburðin, sum Sandavágs Timburhandli vísir, tá felagið bjóðar borgarunum arbeiði, stuðul og javnbjóðis viðurskifti at starvast undir.
- Teir skulu føla seg sum ein part av okkum, sitera starvsfólkini stjóran Ara Thomassen og hansara fólk fyri javnan at taka til.
Heiðurin, Ársins rúmligi arbeiðsgevari, var latin í 2015 til EL-Net og aftur í 2017 til Reyni Service.
- Almannaverkið brúkar "Mínboks"Mikudagur 28-02-2024Hevur tú fingið tær Vangan og "Mínboks", kanst tú rokna við, at brøv frá Almannaverkinum verður send til "Mínboks". Tað hevur tí stóran týdn
- OrkuískoytiHósdagur 15-02-2024Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund
- Innbjóðing til móttøku í nýggja bú- og umlættingardeplinum við Sílá á TvøroyriMánadagur 05-02-2024Nýggi bú- og umlættingardepilin við Sílá á Tvøroyri er liðugur, og í tí sambandi verður bjóðað til almenna móttøku við Sílá 28 mikudagin,