Sjálvstøðug vinnurekandi og corona

Thursday 19-03-2020

Sjálvstøðug vinnurekandi kunnu tekna sjálvbodna dagpeningatrygging og harvið fáa rætt til fulla dagpeningaveiting dagin eftir, at umsókn um sjálvbodna trygging er latin Almannaverkinum. Hetta ger seg galdandi hóast tann sjálvstøðugt vinnurekandi longu er smittaður ella er í sóttarhaldi, tá tryggingin verður teknað. Treytin er, at tann sjálvstøðugt vinnurekandi er smittaður við corona ella er í sóttarhaldi. Vanligu heilsutreytirnar skulu annars vera loknar og vanliga heilsuváttanin skal útfyllast. Tryggingargjaldið skal verða goldið, áðrenn viðkomandi hevur rætt til útgjald úr dagpeningaskipanini.

Umsóknarblað liggur her 

Seinastu tíðindi