Sjúkradagpeningur í sambandi við verkfall

Hósdagur 16-05-2024

Er verkfall ella lock-out lógligt, eru hesi viðurskifti galdandi:

1.    Er løntakari sjúkur, tá verkfall byrjar, heldur sjúkradagpeningur fram sum vanligt.

2.    Arbeiðsgevarin skal krevjast fyri tann partin av 1. til 5. fráverudegi, ið eru frammanundan
       verkfallinum.
       Er løntakarin framvegis sjúkur, tá ið verkfalli endar og arbeiðið skuldi takast uppaftur,
       verður arbeiðsgevarin kravdur eftir írestandi 1. til 5. fráverudøgum.

3.    Gert løntakari sjúkur undir verkfalli, hevur hann ikki rætt til sjúkradagpening.
       Er løntakari framvegis sjúkur, tá verkfall endar, hevur hann rætt til sjúkradagpening frá tí degi,
       sum arbeiðið skuldi takast uppaftur, um hann ikki var sjúkur.
       Arbeiðsgevarin verður kravdur eftir 1. til 5. fráverudag.

4.    Tá løntakari gert sjúkur undur verkfalli og er framvegis sjúkur, tá ið verðfallið endar, verður 
       inntøkugrundarlagið seinastu 5 vikurnar frammanundan verkfallinum. Verkfall verður mett
       sum lógligt grundarlag at gera frávik frá vanligu reglunum.

 

Seinastu tíðindi