Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2019 - umsóknarfreist

Mánadagur 06-05-2019

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2019 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2019. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 7. juni 2019 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2019.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara.

Á heimasíðu okkara undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin.

Freist fyri stuðli 2018

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2018, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2019. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2018 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Seinastu tíðindi