Stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2023 - umsóknarfreist

Mánadagur 01-05-2023

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2023 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2023.

Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin.

Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. juni 2023kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2023.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 13.260 árliga í 2022 og 13.428 árliga í 2023.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Søkjast kann á vanganum:  vangin.fo

Um tú ikki hevur vangan, finst umsóknarblað her.

Les meira um stuðulin her.

Freist fyri stuðli ár 2022

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2022, skal umsókn vera latin Almannaverkinum í seinasta lagi 1. juli 2023.

Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2022 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Seinastu tíðindi