Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 - umsóknarfreist

Mánadagur 07-12-2020

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 7. desember 2020.

Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin.

Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 7. desember 2020 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2021.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara her.

Á heimasíðu okkara av.fo undir Útgjøld og veitingar/Stuðul til uppihaldspengar, er meira at lesa um stuðulin.

Freist fyri stuðli ár 2020

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2020, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2021. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2020 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Seinastu tíðindi