
Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2022 - umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2022 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2022.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin.
Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desember. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2022 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2023.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 13.260 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Søkjast kann á vanganum: vangin.fo
Um tú ikki hevur vangan, finst umsóknarblað her.
Les meira um stuðulin her.
Freist fyri stuðli ár 2022
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2022 skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2023. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2022 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
- Søk sjúkradagpening á vanganumTýsdagur 26-09-2023Nú ber til at søkja um sjúkradagpening á vangin.fo. Rita inn og far til sjálvgreiðslurnar hjá Almannaverkinum. Vel sjúkradagpening og sva
- Fólkapensjónsaldurin hækkar til 67 ½Hósdagur 21-09-2023Fólkapensjónsaldurin hækkar til 67 ½ Tann 1. juli 2024 hækkar fólkapensjónsaldurin til 67 ½ ár. Hetta merkir, at tey sum eru fødd aftaná 30.
- Innbjóðing til almenna móttøku í Frítíðartilboðnum á Frúutrøð í HavnMánadagur 17-04-2023