Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2023- umsóknarfreist

Mánadagur 06-11-2023

Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2023 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 6. desember 2023.

Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru goldin.

Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.

Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 6. desember 2023 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í juni 2024.

Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barnagjald ella hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini.

Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 13.428 árliga.

Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Søkjast kann á vanganum:  vangin.fo

Um tú ikki hevur vangan, finst umsóknarblað  her.

Les meira um stuðulin her.

Freist fyri stuðli ár 2023

Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2023, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2024. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum í 2023 burtur.

Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis"

Seinastu tíðindi