Tað var Landsgrannskoðanin, sum hevði atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum
Kringvarpið bar í gjár tíðindini um, at Almannaverkið hevði loyvt einum øðrum almennum myndugleika beinleiðis atgongd til KT-skipanirnar hjá Almannaverkinum, og at Almannaverkið hevði fingið kravboð um at beinleiðis atgongdin skuldi steðgast.
Tíðindini kendust ófrættakend fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, serliga tí at Dátueftirlitið ikki vildi siga, hvønn myndugleika talan var um. Hetta kann elva til gitingar og iva um trygdina í skipanunum hjá Almannaverkinum.
Tískil vil Almannaverkið alment boða frá, at Landsgrannskoðanin í sambandi við sítt grannskoðanarvirksemi í 2010, bað um atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum. Áðrenn hendan atgongd varð játtað, vendi Almannaverkið sær til Dátueftirlitið fyri at fáa viðmerkingar til umbønina.
Dátueftirlitið staðfesti í niðurstøðu 24. juni 2010, at heimildin hjá Landsgrannskoðanini at krevja upplýsingar var breið, og at Almannaverkið mátti meta um heimildin í løgtingslóg fyri grannskoðan var nøktandi fyri at játta umbønini. Málið varð eisini lagt fyri Dáturáðið, sum ikki metti, at online atgongd var í stríð við lógina.
Almannaverkið leggur alstóran dent á trygdina í okkara KT-skipanum og á at verja allar persónsupplýsingar, sum Almannaverkið umsitur.
Almannaverkið hevur alt fyri eitt fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini.
Almannaverkið
- Vangin ikki tøkurFríggjadagur 12-04-2024Vegna neyðugt viðlíkahald verða sjálvgreiðslur hjá Almannaverkinum (á vangin.fo) ikki tøkar frá fríggjadegnum 12. apríl kl. 16 og fram til l
- Almannaverkið brúkar "Mínboks"Mikudagur 28-02-2024Hevur tú fingið tær Vangan og "Mínboks", kanst tú rokna við, at brøv frá Almannaverkinum verður send til "Mínboks". Tað hevur tí stóran týdn
- OrkuískoytiHósdagur 15-02-2024Nú nú kunnu húski við lágari inntøku og lítlari ogn søkja um orku ískoyti. Umsóknarblað finst her! Avgerð um rættin til orkuískoyti er grund