Avmarkingarnar í tilboðum og tænastum hjá Almannaverkinum verða tiknar av mánadagin 31. august. Onki starvsfólk og ongin borgari í Almannaverkinum er í løtuni smittaður við koronavirus, og sum er, eru einans 4 starvsfólk í sóttarhaldi. Tí ber til - við ávísum varni - at lata tilboðini fult uppaftur.
Góða støðan í Føroyum viðvíkjandi koronasmittuni hevur við sær, at Almannaverkið hevur avgjørt at taka av avmarkingarnar, sum vóru settar í gildi í ávísum tænastum og tilboðum hjá stovninum tann 14. august.
Starvsfólk og borgarar tóku saman við føroyingum á seg uppgávuna at minka um smittuvandan, sum hevði hug at taka dyk á seg aftur í Føroyum stutt eftir ólavsøku. Støðan í Almannaverkinum er í løtuni tann, at eingin borgari og onki starvsfólk eru smittað við koronasmittu, meðan fýra starvsfólk eru í sóttarhaldi. Tað merkir at, at kalla øll starvsfólk í Almannaverkinum eru tøk og fús at fara til verka.
Øll vardu verkstøðini, frítíðartilboð, klubbtilboð og umlættingartilboð lata tískil upp sum vanligt mánadagin 31. august. Tað sama er galdandi fyri endurvenjing og hjálpartólatænastuna.
Avgerðin at lata uppaftur er tikin í samráð við koronaráðgevingina.
Ongi stór felags tiltøk og framvegis verður dentur lagdur á reinføri
Tað hevur týdning fyri Almannaverkið og teir borgarar, sum hava tilboð og tænastur fyri neyðini, at sosial samvera og tænastur ikki verða avmarkað meira enn hægst neyðugt.
Serlig atlit verða framvegis tikin fyri at tryggja, at borgarar í vandabólki verða vardir móti smittu, umframt at almennu tilmælini um reinføri verða hildin. Samveran í tilboðum er skipað fyri at avmarka smittuvandan, men Almannaverkið fær ikki tryggjað, at tilmælið um frástøðu uppá ein metur verður hildið í øllum støðum, uttan at tilboðini verða skorin óskynsamt. Stór tiltøk har nógvir borgarar og avvarðandi hittast verða framvegis ikki hildin.
Almannaverkið
-
Frágreiðing um fyritíðarpensjónir árini 2010-2019 er nú tøkTýsdagur 22-12-2020Samandrátturin á frágreiðingini er soljóðandi: Virksemið, sæð sum tal av avgerðum, hevur verið støðugt 10-ára skeiðið, eitt vet minkað. Í
-
Uppihaldsveiting í desemberMikudagur 09-12-2020Útgjald av uppihaldsveiting í desember 2020 Almannaverkið skal upplýsa, at uppihaldshjálpin fyri desember verður á konto 30. Des. Um tú ynsk
-
Stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 - umsóknarfreistMánadagur 07-12-2020Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri seinna hálvár 2020 saman við kvittanum fyri goldnum barnagjøldum ella hjúnafelagagjøldum, skal ver