Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing víðkað
Tilboðið viðlíkahaldsvenjing er nú víðkað til at fevna um allar heimabúgvandi borgarar, í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur, við skerdum førleikum ella sjúku, ið hava ávirkan á gerandisdagin.
Tilboðið inniheldur fysioterapeutiska og ergoterapeutiska venjing, umframt taluvenjing, sum eftir tørvi kann samskipast við deildina Samskiftismenning.
Venjingin kann innihalda:
- Kropsliga venjing
- Venjing í gerandisaktivitetum
- Kognitiva venjing
- Meistring og handfaring av avbjóðandi støðum í gerandisdegnum
Viðlíkahaldsvenjing hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda verandi førleika ella fyri at seinka sjúkugongdina. Viðlíkahaldsvenjing verður í høvuðsheitum veitt sum bólkavenjing.
Umframt viðlíkahaldsvenjing bjóða vit framvegis endurvenjing. Mett verður í hvørjum einstøkum føri, hvat rætta tilboðið er.
Umsóknarblaðið til venjing liggur á heimasíðuni, trýst her.
Vilja tit vita meira um venjingartilboðini, ber til at lesa á heimasíðuni her og her.
Um spurningar ella ivamál eru, ber til at seta seg í samband við deildina Venjing á tlf. 360000. Vit svara mánadag - hósdag 10.00-15.00 og fríggjadag 10.00-13.00.
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj