Tiltøk í Almannaverkinum móti koronavirus

Týsdagur 11-08-2020

Økta smittutrýstið í Føroyum hevur eisini rakt Almannaverkið, og tískil eru neyðug tiltøk sett í verk fyri at byrgja fyri smittubreiðslu. Tveir borgarar og fimm starvsfólk eru smittað, meðan 20 borgarar og 62 starvsfólk eru í sóttarhaldi.

Heilsutilbúgvingin í Almannaverkinum kom væl við, nú koronavirus aftur var staðfest í landinum. Royndirnar frá í vár komu starvsfólki og leiðslu til góðar, soleiðis at vit hesuferð kunnu seta tiltøk í verk, ið hava minst møguligar avleiðingar við sær fyri borgararnar í Almannaverkinum.

Tað hevur týdning at verja borgarar í vandabólki móti smittuni og tískil er avgjørt at lata stovnar og tilboð, har borgarar í vandabólki eru, aftur fyri vitjandi til 17. august í fyrstu atløgu. Verkstøð, verkhús, frítíðar- og dagtilboð lata uppaftur 17. august, sum er ein vika seinni enn ætlað.

Tænastur hjá Endurvenjingini og Hjálpartólum verða fyrst og fremst avmarkaðar fyri borgarar í vandabólki komandi tíðina.

Hóast neyðugu tiltøkini av smittu og sóttarhaldi, so røkkur Almannaverkið uppgávum sínum.

  • Allar veitingar og pensjónir koyra sum vanligt.
  • 864 starvsfólk eru tøk at vera til arbeiðis, hóast sóttarhald og summarfrítíð.
  • 550 borgarar eru á bústovni ella fáa tænastur frá trivnaðardeplunum hjá Almannaverkinum.

Fylgt verður neyvt við støðuni og um tørvur er á fleiri tiltøkum ella broytingum verður nærri kunning send út seinni í vikuni.

Minna á almennu tilmælini og munnbind

Almannaverkið leggur dent á at halda almennu tilmælini um reinføri og handreinføri, frástøðu, ansa eftir har fólk savnast og annars at halda seg heima, um man kennir seg sjúkan. Øll starvsfólk hjá Almannaverkinum, sum starvast við fólki í vandabólki, sum stuðlar, koma inn til fólk og annars eru í sambandi við ymisk fólk, skulu frá mánadegnum 10. august nýta munnbind. Hetta er eisini galdandi fyri uttanhýsis veitarar, sum eitt nú vaska ella arbeiða inni á stovnum hjá Almannaverkinum.

Starvsfólk kannað fyri koronavirus

Í løtuni eru fimm stovnar hjá Almannaverkinum raktir av koronavirus. Tveir borgarar og fimm starvsfólk eru smittað. Í løtuni eru eru 20 borgarar og 62 starvsfólk í sóttarhaldi.

Almannaverkið leggur dent á at skipa starvsfólk í óheft toymi, soleiðis at tænasturnar verða varðveittar, um fleiri gerast smittað, samstundis sum vaktir verða longdar. Harumframt hjálpa starvsfólk á verkstøðum og frítíðartilboðum til á øðrum stovnum, har tørvur er á starvsfólki.

Starvsfólk, sum starvast á stovnum ella tilboðum, har borgarar í vandabólki eru skulu kannast og tað sama er galdandi fyri starvsfólk, sum koma aftur til arbeiðis aftaná feriu, áðrenn tey koma aftur á stovnin ella tilboðið. Sum eitt eyka serligt átak verður samstarvsavtalan millum Almannaverkið og Thetis víðkað til, at øll starvsfólk í Almannaverkinum fáa tilboð um kanning fyri koronavirus hjá Thetis. Hetta verður gjørt eftir nærri avtalu við nærmasta leiðara.

 

Almannaverkið

Seinastu tíðindi