Umlættingarstovnar 20. apríl til 6. mai

Friday 17-04-2020

Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020

Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini.

Støðan í dag á Almannaverkinum er tann, at eingin borgari ella starvsfólk eru smittaði við COVID-19. Við støðið í hesum meta vit tað vera ráðiligt at fara undir varliga at lata upp aftur.

Tiltøkini, sum Almannaverkið nú letur upp aftur, snúgva seg um at økja lívskvalitetin hjá borgarunum. Fyri at avmarka smittuvandan verður hædd tikin fyri, at einstaki borgarin ikki fær tilboð í ov nógvum støðum.

Um borgarar verða smittaðir við COVID-19, kann tað gerast neyðugt at herða tiltøk aftur.

 

Umlættingarstovnar

Hesir umlættingarstovnar lata upp 20. apríl, men fyrstu tíðina verður bert opið í dagtímunum:

  • Dáin í Klaksvík
  • Mýrusóljan í Runavík
  • Frítíðarheimið í Havn
  • Depilin á Sandi

  • Hesi lata upp, tí tað ber til at skipað virksemi samsvarandi heilsufakligu tilmælinum um frástøðu, og eisini ber til at deila borgararnar upp í bólkar á hesum støðum, tí fysisku umstøðurnar loyva tí.
  • Leggjast kann afturat, at tað eru onnur umlættingartilboð, sum ikki lata upp, tí har ber ikki til at halda tilmælini frá heilsufakliga myndugleikanum, tí hølini eru ov trong og umstøðurnar ov vánaligar.
  • Mett verður, at tað er ov stórur vandi við samdøgursfyriskipan, av tí at hetta krevur fleiri starvsfólk. Harumframt mangla neyðugur hentleikar sum nokk av vesum og bað.
Seinastu tíðindi