Uppihaldsveiting í desember

Mikudagur 09-12-2020

Útgjald av uppihaldsveiting í desember 2020

Almannaverkið skal upplýsa, at uppihaldshjálpin fyri desember verður á konto 30. Des. Um tú ynskir at fáa uppihaldshjálpina innan jól, kanst tú venda tær til tín sosialráðgeva.  

Eisini skulu vit upplýsa, at í framtíðini verður uppihaldshjálpin útgoldin fyrst í mánaðin. Tað vil siga, at uppihaldshjálp fyri januar 2021, verður útgoldin fyrst í februar 2021.

Hesar broytingar ávirka ikki pensjónir og aðrar veitingar frá Almannaverkinum.

Til ber at síggja útgjaldsdagar á heimasíðu okkara her.

Seinastu tíðindi