Uppskriving á bráðtørvslista til fyribils bústað
Nú kunnu stakir uppihaldarar, sum eru uttan bústað ella innan stutta tíð verða uttan bústað, venda sær til Almannaverkið og skriva seg á ein lista, nevndur bráðtørvslistin. Tey, sum eru á hesum bíðilista, kunnu fáa tilboð um bústað í eitt avmarkað tíðarskeið, sum er frá trimum mánaðum til í mesta lagi tólv mánaðar. Tilboðið er tó treytað av, at Almannaverkið fær tillutað nøktandi bústað frá almennum ella privatum útleigara til hetta endamál.
Umframt treytina at vera stakur uppihaldari, skal viðkomandi
- standa á bíðilista hjá almennum bústaðarfelag
- vera førur fyri at búgva í sjálvstøðugum bústaði uttan hjálp og
- hava serliga trupult sjálvur at útvega sær bústað innan stutta tíð
Støðutakanin hjá Almannaverkinum um, hvør hevur mest átrokandi tørv á bústaði, byggir á eina heildarmeting, har dentur m.a. verður lagdur á, hvussu húsarhaldsstøddin samsvarar við støddina á tøka bústaðnum, og um persónurin er serliga knýttur at øki í landinum, har tøki bústaður er.
Fylla út umsóknarblað.
Tey, ið ynskja at verða skrásett á bráðtørvslistan, skulu fylla út umsóknarblað, sum er at finna undir oyðubløð.
Tað er umráðandi at fylla út allar teigar, tá hetta er grundarlagið undir viðgerðini.
Upptøkunevnd
Tað er ein nevnd undir Almannaverkinum, sum tekur støðu til umsóknirnar.
Orkuískoyti seinna hálvár 2026Týsdagur 10-11-2026Nú kann søkjast um orkuískoyti fyri seinna hálvár 2026. Freistin er 25. novembur 2026 Les meira her! Umsóknarblað fint her!
Kunning um pensjónsáseting 2027Mikudagur 04-11-2026Frá januar 2027 verður ásetingin av fólkapensjónum, fyritíðarpensjónum og framskundaðari pensjón munandi broytt. Verandi áseting Higar
LeigustuðulMikudagur 05-08-2026Lógin um leigustuðul er lýst og kemur í gildi 1. septembur 2026. Umsóknarbløð verða tøk á heimasíðuni hjá Almannaverkinum 1. septembur. Útgj