Vard verkstøð 20. apríl til 6. mai

Friday 17-04-2020

Útdjúpandi viðmerkingar til tíðandiskriv frá 9. april 2020

Virkisætlanin hjá Almannaverkinum er nú góðkend av Farsóttarnevndini.

Støðan í dag á Almannaverkinum er tann, at eingin borgari ella starvsfólk eru smittaði við COVID-19. Við støðið í hesum meta vit tað vera ráðiligt at fara undir varliga at lata upp aftur.

Tiltøkini, sum Almannaverkið nú letur upp aftur, snúgva seg um at økja lívskvalitetin hjá borgarunum. Fyri at avmarka smittuvandan verður hædd tikin fyri, at einstaki borgarin ikki fær tilboð í ov nógvum støðum.

Um borgarar verða smittaðir við COVID-19, kann tað gerast neyðugt at herða tiltøk aftur.

 

Vard verkstøð

Hesi vardu verkstøðini lata upp frá 20. apríl.

  • Verkstaðið á Brekku í Klaksvík
  • Verkhúsið Stíggjur í Runavík
  • Verkstaðið Vón í Havn
  • Verkhúsið Virkni í Havn

  • Vardu verkstøðini lata upp eftir einum skipaðum leisti, og eru tilboðini í fyrstu atløgu ætla til borgarar, sum búgva hjá avvarðandi ella búgva í íbúð einsamøll. Tað er bert í heilt fáum førum talan um borgarar, sum búgva í búfyriskipanum hjá Almannaverkinum. Tað verður skipað soleiðis, at tey størri verkstøðini hava áleið 8-13 borgarar á staðnum í senn. Hettar ber til at skipa í smærri bólkum, tí fysisku umstøðurnar eru til tað.

  • Borgarar í vandabólki byrja ikki á hesum sinni. Støða verður tikið til hetta 4. mai.

Seinastu tíðindi