Virksemið í Almannaverkinum fer í gongd aftur

Wednesday 06-05-2020

Nú landsmyndugleikarnir seta samfelagið enn meira upp í ferð, verða flestu tiltøkini tikin av í Almannaverkinum. Serlig atlit verða tó framvegis tikin fyri borgarum í vandabólki.

Strongu tiltøkini, sum vóru sett í gildi innan Almannaverkið, hava lagt eitt sera stórt trýst á borgarar, avvarðandi og starvsfólk. Avleiðingarnar hava verið stórar, men øll hava tikið uppgávuna á seg og loyst hana til fulnar. Tað hevur eydnast at hildið smittuna burtur frá øllum stovnum og tilboðum Almannaverksins. Tað er at fegnast og verða takksom um.

Tí er tað ein fragd í dag at kunna boða frá, at vit frá hósdegnum 7. mai seta Almannaverkið aftur í nærum fult virksemi.

Farið verður beinanvegin undir at fáa virksemið at koyra, sum áðrenn tiltøkini vóru sett í verk, men roknast skal við, at stovnurin koyrir ikki við fullari megi fyrr enn 30. juni. Tá verður støðan aftur endurmett.

Men hóast, at virksemið fer í gongd aftur, so verður framvegis stórur dentur lagdur á at halda smittuna burtur. Dentur verður lagdur á at halda frástøðu í stovninum, reinførið verður hildið á hægsta stigi, og annars verður virksemið skipað soleiðis, at borgarar og starvsfólk ikki savnast fleiri enn 50 fólk á einum stað.

Virksemið yvirskipað:

  • Viðskiftadepilin og fyrisitingin virka sum vanligt, tá starvsfólkini koma aftur á skrivstovurnar 7. mai. Frástøða verður hildin og talgilt samskifti verður brúkt til fundir, har rúm ikki er fyri øllum fundarluttakarum í nóg góðari fjarstøðu.
  • Í Trivnaðardeplunum verður frá 7. mai farið frá at starvsfólk arbeiða í ávísum bólkum til vanliga arbeiðsætlan. Arbeiðið verður í mest møguligan mun skipað við fjarstøðu, men har námsfrøðiligu umstøðurnar ikki loyva tí, verður lagdur størri dentur á reinførið. Serlig atlit verða framhaldandi tikin til borgarar í vandabólki.

 

Virksemið útgreinað:      

  • Vitjanir: Frá 7. mai verður latið upp fyri vitjanum eftir nærri avtalu. Bæði fyri vitjanum inn í búfyriskipanir, og at borgarar kunnu fara heim til avvarðandi á vitjan. Fyri borgarar í vandabólki verða fyrivarni framhaldandi í gildi, og í teimum førunum verður avtala gjørd við avvarðandi í hvørjum føri sær. Vitjanir á búfyriskipanum ganga, til 30. juni, bert fyri seg á privatu økjunum hjá borgarum ella í vitjanarrúmið. Vitjan í felagshølum skal avmarkast í mest møguligan mun.
  • Dagtilboð til vaksin: Í flestu dagtilboðum verður fult virksemi frá 7. mai. Í nøkrum dagtilboðum er neyðugt at taka atlit til fysiskar karmar og sjúku hjá borgarum. Miðað verður eftir fullum virksemi 30. juni.
  • Frítíðartilboð til børn: Í flestu frítíðartilboðum verður fult virksemi frá 7. mai. Í nøkrum frítíðartilboðum er neyðugt at taka atlit til fysiskar karmar og sjúku hjá borgarum. Miðað verður eftir fullum virksemi 30. juni.
  • Umlættingarstovnar: Samdøgursvirksemið á umlættingarstovnunum letur upp 7. mai. Borgarar í vandabólki verða vardir eina tíð enn, og hetta kemur at hava við sær, at fult virksemi ikki verður fyrr enn 30. juni.
  • Vard verkstøð: Latið verður stigvíst meir upp frá 11. mai. Sum í øðrum tilboðum verða atlit tikin til borgarar í vandabólki. Eftir ætlan verður fult virksemi 30. juni.
  • Stuðulsvirksemið: Frá 7. mai verður í mest møguligan mun farið aftur til somu skipan sum undan korona.
  • Klubbvirksemið: Frá 7. mai letur klubbvirksemið upp aftur.
  • Barnaverndarstovnar: Frá 7. mai verður í mest møguligan mun farið aftur til somu skipan við vitjan sum undan korona.

 

Hóast tað nú verður farið aftur til vanliga virksemið í Almannaverkinum, so hevur stovnurin framvegis eitt vakið eyga við smittustøðuni í samfelagnum og í Almannaverkinum.

Atlit verða tikin til borgarar í vandabólki, men harumframt kann tað eisini gerast neyðugt at seta tiltøk í gildi aftur, um borgarar ella starvsfólk verða smittað.

Fyri bæði borgarar og starvsfólk í Almannaverkinum er tað gleðiligt, at virksemið aftur gerst sum vant. Fyri at gera okkara, fyri at sleppa undan at tað gerst neyðugt at bakka aftur, so verður stórur dentur lagdur á at halda heilsufakligu tilmælini, skipa frástøðu og tryggja reinførið í øllum Almannaverkinum komandi tíðina.

 

Seinastu tíðindi