Vitjandi á stovnum hjá Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum
Leygardagur 13-11-2021
Landsstýrið hevur sett í verk eina ferðsluljósskipan, sum skal virka sum langtíðarætlan fyri koronutilbúgvingina. Tilbúgvingin er á stigi 2, og frá 13. november 2021 er niðanfyristandandi leistur galdandi í Almannaverkinum.
Leistur fyri vitjandi
- Vitjandi á stovnum hjá Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum eiga at hava negativa PCR-test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.
- Hevur ein havt samband við smittaðan persón, eigur viðkomandi ikki at koma á vitjan á stovnum hjá Trivnardeplinum fyrr enn eftir negativa test frá 6. degi. Ókoppsett eiga ikki at koma á vitjan, fyrr enn sóttarhaldið er av
Um smitta rakar bústovn ella onnur tilboð, verður, í samráð við Heilsumyndugleikan, tikin støða í hvørjum einstøkum føri um, hvørji tiltøk skulu setast í verk.
Dagført 13.11.21
Seinastu tíðindi
Upplatingartíðir summarið 2026Týsdagur 23-06-2026Í summarfrítíðini frá 13. juli til 7. august er avgreiðslan í Tórshavn opin millum kl. 10 og 12 og avgreiðslunar í Klaksvík, Runavík og á Tv
Skrivstovan hjá Tulking er stongd frá 3. - 7. august 2026Fríggjadagur 29-05-2026Skrivstovan hjá Tulking er stongd vegna summarfrí frá mánadegnum 3. august til fríggjadagin 7. august 2026 Skrivstovan letur upp aftur mánad
Lønarendurgjald til smærri privatar arbeiðsgevarar fyri langtíðarsjúk starvsfólkFríggjadagur 16-01-20261. januar 2026 er nýggj broyting komin við í sjúkradagpeningalógina. Við nýggju broytingini, fáa smærri privatir arbeiðsgevarar møguleika at