Frítíðarløn - verður mótroknað í uppihaldsveiting, arbeiðsfremjandi tiltøkum, varandi veiting og inntøkumissi soleiðis:

01. mai 2021

Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai 2021.

Mótrokning

Inntøkumissur verður mótroknaður í útgjaldinum fyri apríl soleiðis, at eingin veiting verður útgoldin í 5. mai 2021.

Fyri uppihaldsveiting, arbeiðsfremjandi tiltøk og varandi veiting verður frítíðarlønin mótroknað í útgjaldinum fyri mai, ið ávirkar veitingina, sum verður útgoldin 3. juni 2021.