Vit vilja gera mun

Vit vilja gera mun
Almannaverkið er hornasteinur í føroysku vælferðarskipanini, ið umsitur eina røð av sosialum skipanum

Okkara endamál

Tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív

Okkara stremban

Vit vilja gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum

Okkara virðir
  • Javnvirði

  • Eldhugi

  • Trivnaður

  • Gjøgnumskygni

  • Yrkisdugnaskapur

Okkara yvirskipaðu mál

Eitt gott og rúmsátt arbeiðspláss - borgarum og starvsfólkum at frama

Eitt gott lív á egnum beinum

Skynsamur rakstur

Okkara virksemi

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2023, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við almannastjóra, fíggjarstjóra, trivnaðarstjóra og viðskiftastjóra. Trivnaðardepilin umsitur allar trivnaðartænastur, og Viðskiftadepilin umsitur sosiala fyrisiting og útgjald av veitingum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til góðar 750 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 20.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.