Arbeiði uttanlands

Tá ið tú fert í annað land at arbeiða uttan at flyta bústað, er útgangsstøðið, at tú rindar avgjøld til sosialu skipanirnar í tí landinum, har tú arbeiðir. Men sambært Nordisk Konvention om Social Sikring/EØS-forordning 1408/71 ber til at søkja um at sleppa undan hesum gjøldum undir teirri treyt, at tú ert sosialt tryggjað/ur í heimlandinum.

Leikluturin hjá Almannaverkinum

Almannaverkið er føroyskur samskiftisstovnur í umsitingini av omanfyri nevndu konventión. Tí skulu fólk, sum fara í annað land at arbeiða, og sum vilja sleppa undan at gjalda avgjøld í arbeiðslandinum, venda sær til Almannaverkið hesum viðvíkjandi. Almannaverkið útflýggjar spurnablað, sum skal fyllast út og latast stovninum aftur. Síðan verður eitt oyðublað, sum eitur N 101 FO, útskrivað og sent myndugleikunum í arbeiðslandinum. Hetta oyðublað er samstundis váttan um, at viðkomandi persónur er umfataður av lóggávuni í heimlandinum.

Av hesi orsøk er neyðugt, at teir stovnar, sum umsita tey ymsu gjøldini, verða kunnaðir og harvið kunnu tryggja, at lógarásettu gjøldini verða goldin, og persónurin harvið framhaldandi er tryggjaður í føroysku skipanunum.

Mannagongd

Mannagongdin hesum viðvíkjandi er, at tá svar kemur aftur frá arbeiðslandinum upp á N 101-blankettina, og umsóknin er gingin á møti, verður kunning send til avvarðandi stovnar í Føroyum, soleiðis at tey lógarásettu arbeiðsmarknaðargjøldini verða kravd inn.

Treytir

Føroyskur arbeiðsgevari, sum átekur sær arbeiðsuppgávur uttanlands og hevur arbeiðstakarar við sær, sum eru búsitandi í Føroyum, eigur at avklára hesi viðurskifti, áðrenn farið verður avstað.

Velur tú at tryggja teg undir sosialu skipanunum í arbeiðslandinum, hevur tú eisini ávís rættindi til veitingar haðani, men velur tú at søkja um undantak frá at rinda til skipanirnar í arbeiðslandinum, sigur tú frá tær øll rættindi haðani.

Fyri allar fakbólkar er galdandi, at tá ella um tú skiftir arbeiðsgevara, skal søkjast av nýggjum, um tú framvegis vilt vera umfatað/ur av føroyskari lóggávu.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um familjuískoyti innan ein mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.