Arbeiðsbúgving

Arbeiðsbúgving er eitt tilboð til fólk, sum ikki kunnu fáa, hava mist ella eru í vanda fyri at missa sítt arbeiði, tí arbeiðsevnini eru skerd av heilsuligum ella sosialum orsøkum.

Arbeiðsbúgving hevur til endamáls at endurmenna arbeiðsførið, so fólk t.d. við at skifta yrkisleið ella við broyttum arbeiðsviðurskiftum fáa røkt sítt arbeiði og uppihildið sær sjálvum og møguligari familju fíggjarliga.

Rokna arbeiðsbúgvingarveiting
Trýst her

Tú kanst rokna tína arbeiðsbúgvingarveiting við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.

Lestrarstuðul
Fært tú ella kemur tú at fáa lestrarstuðul (ÚS) frá Studna?
Bústøða
Børn
Havi uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis barni/børnum undir 18 ár
Upplýs, hvussu nógv børn:
Aldur
Inntøka í veitingartíðini
Vænti at varðveita part av inntøku í veitingar tíðini
Upplýs væntaða inntøku (Krónur um mán.):
Tín veiting um mánaðin Vís meira {{ totalMonthlyPay | number:0 }} kr.
{{ foundItem.name }} {{ monthlyPay | number:0 }} kr.
Inntøka í hjálpartíðini (omanfyri 1000 kr.) {{ currentMonthlyPay | number:0 }} kr.
Inntøka hjá hjúnafelaga ({{ foundItem.spouseMonthlyPaySubtract * 100 }}% av inntøkuni, sum er hægri enn {{ foundItem.spouseMonthlyPaySubtractWhenAbove * 100 }}% av dagpeningaupphæddini) {{ spouseMonthlyPay | number:0 }} kr.
Fyrivarni: Rokniamboðið er bert vegleiðandi.


Skert arbeiðsføri

Almannaverkið arbeiðir við átøkum og fyriskipanum fyri at stuðla tann, ið hevur skert arbeiðsføri. Endamálið er í tveimum:

1) at fáa fólki eitt pláss á arbeiðsmarknaðinum ella hjálpa teimum at halda upp á sítt arbeiði, soleiðis at tey kunnu vera sjálvbjargin og uppihalda sær og sínum

2) at hetta verður við gjørt við ískoyti og minst møguligari hjálp, soleiðis at sjálvbjargnið hjá borgaranum verður sett fremst

Byrjað verður við hjálp og ráðgeving og veiting um neyðugt. Alt eftir hvussu skert arbeiðsførið er, verður arbeitt við átøkum og fyriskipanum, sum hóska til ítøkiligu støðuna.

Hesi verða undir einum nevnd arbeiðsbúgving og snúgva seg um at finna fram røttu umstøður og tillagingar á arbeiðsplássinum, so tú kanst vera á arbeiðsmarknaðinum og røkja eitt arbeiði eftir vanligum treytum. Fá meira at vita um arbeiðsbúgving við at fara niður til tað brotið. Um hesi átøk ikki bera á mál, kann eitt tillagað starv verða rætta loysnin. Fyritíðarpensjón er hinvegin bert ein møguleiki, um hvørki arbeiðibúgving ella tillagað starv røkka endamálinum.

Hevur tú skerdan førleika, kanst tú søkja Almannaverkið um arbeiðsbúgving ella tillagað starv. Hetta verður gjørt fyri at finna útav, hvørjar arbeiðstreytir hóska til tín, so tú kanst røkja eitt starv og vinna pengar til egið uppihald. Um ikki er gjørligt at seta í verk arbeiðsbúgving ella tillagað starv, er fyritíðarpensjón ein seinasti møguleiki, sum tú kanst søkja um.

Les meira í brotunum niðanfyri um møguleikar, og hvussu Almannaverkið kann stuðla tær at koma í arbeiði.

Sløg av arbeiðsbúgving

Arbeiðsbúgving kann vera ein av hesum fyriskipanum:

  • útbúgving á skúla (bæði miðnám og førleikagevandi útbúgvingar)
  • yrkisútbúgving (lærupláss)
  • arbeiðsroynd (greina møguleikar)
  • arbeiðsvenjing á arbeiðspláss

Verður mett, at arbeiðsbúgving er neyðug og fer at hava við sær, at tú kemur í arbeiði, kann fyriskipanin verða sett í verk.

Hvør fær arbeiðsbúgving, og hvørjar eru treytirnar?

Spurningin, hvør fær arbeiðsbúgving, og hvat slag av arbeiðsbúgving, tú fært boði, ber ikki til at siga nakað algongt um, tí støði verður tikið í tær og tínum umstøðum. Við øðrum orðum verður í hvørjum einstøkum føri mett um, um grundarlag er fyri at stuðla. Høvuðstreytin fyri at fáa arbeiðsbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum er tó, at umsøkjarin hevur skert arbeiðsføri av heilsuligum ella sosialum ávum. Útlit fyri starvssetan á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving, yrkislæru, arbeiðsroynd ella arbeiðsvenjing skulu vera til staðar og hava við sær fíggjarligt sjálvbjargni. Val av fyriskipan skal vera skymsamt í mun til fyritreytirnar og stytstu møguligu leiðina hjá tí einstaka at røkka endamálinum, um at gerast førur fyri at uppihalda sær og familjuni.

Útbúgving

Útbúgving sum arbeiðsbúgvandi stuðul fevnir um miðnám og førleikagevandi útbúgvingar t.d. heilsuhjálpari ella námsfrøðingur.

Við at útbúgva teg kanst tú leggja starvsleiðina um, soleiðis at tú framvegis verður verandi á arbeiðsmarknaðinum og røkir eitt starv, sum tú hevur heilsu og orku til.

Útbúgving kann eisini vera ein vegur inn á arbeiðsmarknaðin, um tú ikki hevur havt arbeiði áður.

Endamálið við útbúgving sum arbeiðsbúgvingarstuðli er at geva tær ein nýggjan møguleika fyri at klára teg og vinna pening til egið uppihald.

Almannaverkið stuðlar tær:

  • við at finna fram til hóskandi útbúgving og kann hjálpa við at søkja og fáa samband við útbúgvingarstaðið
  • við at hava regluligt samskifti við teg og útbúgvingarstaðið um støðu tína
  • við at veita fíggjarligt ískoyti, ið kemur afturat teimum stuðulsmøguleikum, sum eru frammanundan til øll tey, sum eru undir útbúgving.

Treytir

Fyri at fáa arbeiðsbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum skal umsøkjarin hava skert arbeiðsføri av heilsuligum ella sosialum ávum.

Almannaverkið tekur endaliga avgerð um útbúgvingarleið. Avgerandi er, at útbúgvingin hevur við sær, at viðkomandi fær røkt eitt lønt starv.

Fíggjarlig viðurskifti

Umsøkjari undir útbúgving fær eina veiting frá Almannaverkinum, sum eitt ískoyti til stuðulin frá Studna.

Er møguleiki at søkja lestrarstuðul ella barnastuðul frá Studna (ÚS), skal hesin søkjast.

Allar inntøkur hjá umsøkjaranum verða drignar frá veitingini frá Almannaverkinum, tó undantikið útbúgvingarstuðulin og barnastuðulin frá Studna, tó kann í ávísum føri síggjast burtur frá eini minni upphædd, sum stavar frá eini arbeiðsinntøku.

Yrkisútbúgving (at fara í læru)

Yrkisútbúgving sum arbeiðsbúgvandi stuðul fevnir um størv, har ein stendur í læru, m.a. handverksútbúgvingar (smiður, timburmaður, frisørur), handils- og skrivstovulæru, og innan matstovuvinnuna kann tað vera kokkur og tænari.

Við at fara í læru kanst tú leggja starvsleiðina um, soleiðis at tú framvegis verður verandi á arbeiðsmarknaðinum og røkir eitt starv, sum tú hevur heilsu og orku til.

Eitt lærupláss kann eisini vera ein vegur inn á arbeiðsmarknaðin, um tú ikki hevur havt arbeiði áður.

Endamálið við yrkisútbúgving sum arbeiðsbúgvingarstuðli er at geva tær ein nýggjan møguleika fyri at klára teg og vinna pening til egið uppihald.

Almannaverkið stuðlar tær:

  • við at finna fram til hóskandi lærupláss og kann hjálpa við at søkja og fáa samband við læruplássið.
  • við at hava regluligt samskifti við teg og arbeiðsgevaran um støðuna.

Treytir

Fyri at fáa arbeiðsbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum skal umsøkjarin hava skerdan førleika av heilsuligum ella sosialum ávum.

Almannaverkið tekur endaliga avgerð um læruplássið. Avgerandi er, at yrkisútbúgvingin hevur við sær, at viðkomandi fær røkt eitt lønt starv.

Setanarviðurskifti

Í lærutíðini eru vanlig lønar- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti fyri viðkomandi yrki galdandi. Læruplássið skal vera góðkent sambært kunngerð um yrkisútbúgvingar.

Umsøkjarin og arbeiðsgevarin skulu skriva undir lærusáttmála, sum Yrkisútbúgvingarráðið skal góðkenna. Somuleiðis skal sáttmáli millum Almannaverkið, umsøkjaran og arbeiðsgevaran undirskrivast.

Fíggjarlig viðurskifti  - løn og lønarískoyti

Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmála innan yrkið. Í serligum førum kann Almannaverkið veita ískoyti upp til byrjanarløn innan yrkið, um viðkomandi er farin upp um vanligan útbúgvingaraldur ella er uppihaldari.

Somuleiðis er í serligum førum møguligt hjá Almannaverkinum at endurrinda arbeiðsgevaranum lærlingalønina ella part av henni. Tað valdast, hvussu skert arbeiðsførið hjá umsøkjaranum er.

Almannaverkið hevur bert heimild at endurrinda løn sambært sáttmála og kann ikki gjalda fyri lønarhækkan, yvirtíð, gávur ella annað líknandi.

Umsøkjari, sum er í læru, fær løn frá arbeiðsgevaranum, eins og øll hini, hann arbeiðir saman við. Útgoldna lønin er skattskyldug sum aðrar lønir. Triðja hvønn mánað skal arbeiðsgevarin senda Almannaverkinum uppgerð yvir útgoldna løn, frítíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld o.a. Fylgiskriv um lønarendurgjald skal nýtast í samband við uppgerðina.

Arbeiðsroynd

Ein arbeiðsroynd fevnir um einar 3-6 mánaðir og er eitt slag av starvsvenjing fyri at finna útav, um ella hvussu tú kanst fóta tær á arbeiðsmarknaðinum. Talan kann vera um tillagingar og serligar avtalur, so arbeiðsuppgávur, arbeiðsumstøður, arbeiðstíð o.a. hóska til arbeiðsførið og arbeiðsorkuna.

Ein týðandi partur av hesum er, at arbeiðsgevari og starvsfelagar stuðla, so arbeiðsroyndin gevur meining, og eitt betri metingargrundarlag fæst fyri, hvussu víðari skal farast fram eftir lidna arbeiðsroynd. Almannaverkið samskiftir regluliga við teg og arbeiðsgevaran um støðuna.

Treytir

Fyri at fáa arbeiðsbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum skal umsøkjarin hava skerdan førleika av heilsuligum ella sosialum ávum.

Avgerandi er, at arbeiðsroyndin gevur øllum pørtum eina fatan av arbeiðsførinum. Almannaverkið tekur endaliga avgerð um arbeiðsroynd kann játtast.

Fíggjarlig viðurskifti

Umsøkjarin fær eina veiting frá Almannaverkinum, meðan hann er í arbeiðsroynd. Allar inntøkur verða drignar frá veitingini frá Almannaverkinum, tó kann í ávísum føri síggjast burtur frá eini minni upphædd, sum stavar frá eini arbeiðsinntøku.

Útreiðslur av arbeiðsroynd

Almannaverkið kann gjalda útreiðslur, sum umsøkjarin ella arbeiðsgevarin hevur undir arbeiðsroyndini. Dømi um útreiðslur kunnu vera: arbeiðsklæðir, ferðing og annað.

Arbeiðsvenjing

Arbeiðsvenjing er ætlað tær, ið av onkrari serligari orsøk (einari almannahending) ikki hevur verið á arbeiðsmarknaðinum í longri tíð og skalt út aftur í arbeiði. Endamálið er at finna útav, um tú kanst taka títt gamla starv upp aftur ella halda fram á líknandi starvsleið. Arbeiðsvenjing fevnir um eitt tíðarskeið, sum frá byrjan er avtalað við teg og arbeiðsgevaran. Arbeiðsvenjing kann vanliga ikki vera longur enn eitt ár.

Tankin við arbeiðsvenjingini er, at allir partar, tú, arbeiðsgevarin og Almannaverkið, skulu fáa eitt álítandi metingargrundarlag viðvíkjandi arbeiðsførinum og støðuni hjá tær sum heild.

Treytir

Fyri at fáa arbeiðsbúgvingarstuðul frá Almannaverkinum skal umsøkjarin hava skerdan førleika av heilsuligum ella sosialum ávum.

Avgerandi er, at arbeiðsvenjingin gevur øllum pørtum eina fatan av arbeiðsførinum . Almannaverkið tekur endaliga avgerð um arbeiðsvenjingina.

Fíggjarlig viðurskifti

Í venjingartíðini eru vanligu lønar- og arbeiðsmarknaðarviðurskiftini fyri viðkomandi yrki galdandi. Viðkomandi, sum er í arbeiðsvenjing, fær løn frá arbeiðsgevaranum, eins og øll hini hann arbeiðir saman við, og útgoldna lønin er skattskyldug.

Lønin er byrjanarløn sambært galdandi sáttmála innan yrkið, um ikki annað ger seg galdandi.

Almannaverkið og arbeiðsgevarin gera avtalu um, hvussu stóran part av lønini arbeiðsgevarin skal rinda.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um arbeiðsbúgving innan 3 mánaðir.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.