Barnagjald

Einsamallur uppihaldari kann biðja um at fáa barnagjald útgoldið frá Almannaverkinum, um tann, ið hevur skyldu at gjalda, ikki vil ella kann gjalda.

Treytir

Familjufyrisitingin ella annar samsvarandi myndugleiki áleggur gjaldsskylduga at rinda barnagjald eftir lóggávuni um rættarstøðuna hjá børnum.

Umframt vanliga barnagjaldið kunnu serstøk gjøld verða útgoldin. Hesi eru uppihaldsgjald í 3 mánaðir í sambandi við føðing, føðingargjald, dópsgjald, fermingargjald og annað gjald, ið Familjufyrisitingin kann hava álagt gjaldsskylduga.

Almannaverkið krevur tann, sum skal gjalda, aftur eftir gjøldum, ið eru goldin út sum forskot.

Eftirgeving av barnagjaldsskuld

Forskotsvís útgoldið barnagjald, sum ikki eru afturgoldið til Almannaverki av tí, sum skyldar peningin, skal eftirgevast av Almannaverkinum,

  • tá einki barnagjald er forskotsvís útgoldið seinasta árið, ella
  • tá tann, ið skyldar barnagjaldið, hevur verið innsettur á stovni undir Kriminalforsorgini í útgjaldingartíðarskeiðnum.

Treyting fyri at fáa barnagjaldsskuld eftirgivna er

  • at tann, ið skyldar peningin ikki er førur fyri at gjalda skuldina aftur uttan, at tað kemur at mangla í tí, sum má metast at vera neyðugt fyri at uppihalda sær sjálvum ella familjuni,
  • at viðkomandi ikki eigur tøka ogn - reiðan pening, virðisbrøv ella tílíkt, ið beinleiðis ella umsett til tøkan pening kann nýtast til barnagjaldsskuld,
  • at viðkomandi ikki hevur inntøku, sum er størri enn tað, sum skal nýtast til egi uppihald ella uppihald hjá familjuni.

Um tann, ið skyldar barnagjald til Almannaverkið, er staddur í Danmark ella Grønlandi, verða reglurnar sambært tí har galdandi lóggávuni um innheinting av forskotsvíst útgoldnum barnagjaldi og um eftirgeving av slíkari skuld við meira nýttar.

Søkjast skal til Almannaverkið, av@av.fo, um eftirgeving av barnagjaldsskuld.

Almannaverkið ger eina ítøkiliga meting av umsóknini.

(einki oyðiblað er til hetta)

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um barnagjald innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.