Hjálparráð - persónlig

Tú kanst fáa stuðul til at keypa neyðug hjálparráð, um tú ert avlamin ella hevur varandi sjúku- ella aldurstreytaðar veikleikar. Talan kann t.d. vera um

  • bein- ella armprotesu
  • serligar skógvar
  • parúkk
  • korsett
  • tannprotesu
  • hoyritól (Hoyriklinikkini á Landssjúkrahúsinum umsitur stuðul til hoyritól)
  • annað
Umsókn og treytir

Hjálparráðið, ið er persónligt og lagað til júst tín tørv, skal hava avgerandi týdning fyri, um tú fært verið verandi í arbeiði ella bøta munandi um sjúkuna ella avlamnið ella lætta munandi um í gerandisdegnum í heiminum.

Treytin fyri at fáa stuðul til hjálparráðið er, at tú søkir frammanundan og hevur eina játtan, áðrenn tú bíleggur, tí at í hvørjum einstøkum føri er stuðulin grundaður á eina tørvsmeting og tí neyðuga og rímiliga í viðkomandi hjálparráðum.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um hjálparráð innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.