Hjálpartól, bilur og bústaðarbroytingar

Hjálpartól, bilur ella bústaðarbroytingar kunnu bæði vera neyðug og góð hjálp hjá tær ella teimum, ið hevur skerdan førleika. Gerandisdagurin er broyttur, og alt er ikki so lætt og einfalt sum fyrr. Hjálpartól eru til láns og hava til endamáls at bøta um førleikamiss og lætta um gerandisdagin.

Vend tær til okkara á deildini fyri Hjálpartól við fyrispurningi og møguligari umsókn. Vit taka okkum av umsóknum um hjálpartól, stuðli at keypa bil og stuðli til bústaðarbroytingar og kunnu veita ráðgeving og leiðbeining til einstaklingar og almennar myndugleikar.

Hvør kann søkja um hjálpartól?

Persónar við niðursettum førleika orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku kunnu søkja um stuðul til hjálpartól frá Almannaverkinum. Stuðul til hjálpartól kann játtast, um hjálpartólini:

·         eru neyðug fyri at vera í arbeiði

·         munandi bøta um varandi avleiðingarnar av sjúkuni ella brekinum

·         munandi lætta um gerandisdagin í heiminum

Tú mást søkja Almannaverkið um stuðul til hjálpartól, og Almannaverkið metir um tørvin í hvørjum einstøkum føri.

Er tú búsitandi á stovni ella sambýli, kanst tú einans fáa stuðul til hjálpartól, sum eru persónligt tillagað til tín. Set teg í samband við Almannaverkið fyri at hoyra nærri um treytir fyri at fáa stuðul til hjálpartól, tá tú býrt á stovni ella sambýli.

Persónliga vegleiðing fært tú við at ringja til Almannaverkið. Hav P-tal og møguligt málsnummar við hondina.

Svartíð

Vit miða eftir at avgreiða øll mál innan fyri 3 mánaðir, men er talan um serlig ella sergjørd hjálpartól, kann tað taka longri tíð.

Vanliga avgreiðslutíðin er henda:

Hjálpartól – bráðfeingis tørvur

3 arbeiðsdagar

íroknað útflýggjan

Hjálpartól – einføld avgreiðsla

2 vikur

íroknað útflýggjan

Hjálpartól – vanlig mál

6 vikur

longri útflýggjanartíð, um bíðað verður eftir læknaupplýsingum

Stuðul til bil og húsabroytingar

3 mánaðar

Afturat kemur veitingartíð, bíða eftir upplýsinginum og líknandi

Hvat er hjálpartól?

Hjálpartól hava til endamáls at bøta og viga upp ímóti likamligum og sálarligum tarni, soleiðis at tey, ið hava skerdan førleika hava betri møguleikar at vera við í gerandisdegnum og ymsum samfelagsligum virksemi. Haraftrat kunnu hjálpartól tryggja, at fólk við varandi skerdum førleika hava ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt og varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknað og útbúgving.

Hjálpartól eru hjálparráð, ið kunnu endurnýtast og verða veitt til láns. Tey skulu latast Almannaverkinum aftur, tá ið tørvur ikki er á teimum longur, ella um tú flytur uttanlands. Flytur tú á stovn at búgva, skulu flestu hjálpartól latast Almannaverkinum aftur. Set teg í samband við Almannaverkið fyri at hoyra nærri.

Hjálpartól eru útbúnaður, útgerð, lutir o.l., ið eitt nú snúgva seg um:

·         Flutning, húsarhald, persónligt reinføri o.a.

·         Trygdartelefon

·         Sjónhjálpartól

Vanligt innbúgv ella brúkslutir koma ikki undir hugtakið hjálpartól.

Trygdartelefon

Almannaverkið kann veita stuðul til trygdartelefon, um mett verður, at hetta er neyðugt vegna sjúku, ella at vandi er fyri at fólk, sum eru einsamøll heima, kunnu detta og koma til skaða, og tí ikki fáa givið boð frá sær.

Trygdartelefon kemur ikki í staðin fyri vanliga telefon, men er ein eyka trygd, tá ið tú ikki fært givið bráðboð frá tær. Tað er neyðugt at hava fastnettelefon, og at 3-4 kontaktpersónar, sum búgva í nærumhvørvinum, eru knýttir at kalliskipanini, so tú kanst fáa skjóta hjálp.

Umsóknarblað til hjálpartól og spurnablað til trygdartelefon eru at finna í høgru síðu.

Sjónhjálpartól

Hevur tú tørv á sjónhjálpartólum, skalt tú venda tær til Sjóndepilin fyri at fáa ráðgeving. Sjóndepilin tekur sær av at meta um, hvørji sjónhjálpartól eru best egnað og sendir í samráð við teg umsókn um sjónhjálpartól til okkara.

Hjálpartól ella brúkslutir – stuðul ella sjálvgjald?

Stuðul til hjálpartól til nevndu viðurskifti kunnu veitast eftir umsókn, men viðmerkjast skal, at alsamt fleiri hjálpartól verða mett sum vanligir brúkslutir, sjálvt um teir verða nýttir til serligan tørv.

Dømi 1 (brúkslutir): Elevatiónssengur, baðimotta, turkitrumla, vaskimaskina, hvílistólur, renniband, fótsúkkla, heingikoyggja o.a.

Dømi 2 (samansett hjálpartól og brúkslutur): Hevur tú skerdan taluførleika, kanst tú søkja um forritið til eftirgjørda talu (syntetiska talu) á føroyskum, men teldilin ella telduna mást tú útvega tær við sjálvgjaldi. Orsøkin er, at teldur, teldil og snildfonir eru at meta sum vanligir brúkslutir, men forritini kunnu vera serlig og mett sum hjálpartól. Í ávísum førum kann telda vera mett sum hjálpartól, t.d. í sambandi við sertillagaða samskiftisloysn. Set teg í samband við okkum at tryggja tær, at tú fært rætta hjálp og vegleiðing.

Dømi 3 (ikki hjálpartól): Viðgerðartól sum blóðtrýstmátari, blóðsukurmátari o.fl. fáast til keyps á Apotekinum. Tú kanst spyrja teg fyri hjá Heilsutrygd, um til ber at søkja um stuðul til slík viðgerðartól.

Útkoyring og afturbering

Flytur tú á stovn ella uttanlands, skulu flestu hjálpartól latast Almannaverkinum aftur. Er talan um andlát, eiga avvarðandi at syrgja fyri, at Almannaverkið fær hjálpartólini aftur. Spyrjið tykkum fyri ella gerið avtalu við Almannaverkið um útkoyring og afturbering.

Hjálpartól - leiguskipan

Almennir stovnar kunnu leiga ávís hjálpartól og skulu senda áheitan um hetta á t-post - goymsla@av.fo

Persónar kunnu leiga hjálpartól til feriunýtslu í Føroyum. Talan er tó um avmarkað útboð, og persónurin stendur sjálvur fyri flutninginum.

Í vissan mun ber til at veita borgarum, sum skulu uttanlands, hjálpartól sum feriulán. Talan kann vera um “lættari” tól í staðin fyri eitt tól, tú hevur heima. El-koyristólur er til dømis trupul at hava sær uttanlands, og tí kann vera hent at leiga ein transportkoyristól.

Hevur tú spurningar ella ert í iva um okkurt, ert tú vælkomin at venda tær okkara.

Stuðul til bil

Bilur og varandi virkistarn
Hevur tú varandi niðursettan likamligan ella sálarligan førleika, ið er til munandi ampa fyri teg, tá ið tað snýr seg sum samferðslu, arbeiði ella útbúgving, kanst tú søkja um stuðul til at keypa bil ella til serligan útbúnað. Stuðul verður latin, um tú lýkur treytirnar. Stuðulin til bil verður latin sum eitt rentufrítt lán, sum partvís skal gjaldast aftur. Stuðul verður latin til bíligasta nøktandi bilin.

Almannaverkið skal altíð meta um tørvin, áðrenn stuðul verður játtaður og bilur keyptur.

Fíggjarligi stuðulin til bil fevnir altíð um eitt gjald, ið skal rindast Almannaverkinum aftur yvir 8 ár. Orsøkin til tað er, at stuðulin verður veittur sum eitt partvíst afturgjaldsskyldugt rentufrítt lán í 8 ár, t.v.s. at Almannaverkið stuðlar við einum parti, sum verður avskrivaður, og tú rindar tín part við mánaðargjøldum.

Vit mæla til, at tú setir teg í samband við okkum og fær eitt útgreinandi prát um viðurskiftini, t.d. um møguleikar, rættindi og skyldur.

Treytir
Fyri at fáa stuðul til at keypa bil, skalt tú hava varandi niðursettan førleika, ið er til munandi ampa fyri teg, tá ið tað snýr seg sum samferðslu, arbeiði ella útbúgving. Bilurin skal geva tær møguleika fyri sjálvbjargni og sjálvræði. Nakrar av treytunum fyri at játta  stuðul til bil eru, at bilurin:

  • bøtir munandi um avleiðingarnar av skerda førleikanum
  • lættir munandi um gerandisdagin

ella

  • er neyðugur fyri, at tú kanst koma aftur og fram til arbeiðis ella útbúgvingarstað

Tú heftir fyri allar útreiðslur til bilin, so sum rakstur, viðlíkahald, trygging og annað. Almannaverkið tekur pant í bili tínum fyri lánið. Aðrar treytir galda eisini, fyri at tú kanst fáa stuðul og varðveita hann. Fá nærri kunning við at venda tær til okkara.

Treytir ikki fylgdar - afturtøka av stuðli
Verða treytirnar ikki fylgdar, ger Almannaverkið av, um stuðulin skal verða afturtikin. Um tú fært stuðul til bil, eigur tú at kunna teg um treytir og viðurskifti, sum eru fyritreyt fyri stuðlinum.

Bilin við í onnur lond
Tú kanst ferðast við bilinum uttanlands í styttri tíðarskeið, men annars gera avtalu við Almannaverkið og tryggja, at tað er í lagi at vera burtur í longri tíð. Verður bilurin tikin við uttanlands ímóti avgerð hjá Almannaverkinum, kann stuðulin verða tikin aftur.

Stuðul til serligan útbúnað o.a.
Stuðul til serligan útbúnað kann verða játtaður, hóast tú hevur vanligan bil. Talan er um tvey ymisk ting. Treytirnar fyri stuðli eru:

1)      at útbúnaðurin ikki er ísettur á verksmiðjuni
2)      at heilsustøða umsøkjarans ella Akstovan krevur serligan útbúnað til bilin
3)      at umsøkjarin ella annað húsfólk eigur bilin
4)      6. hvørt ár, - tó kann stuðul verða latin áðrenn tað, um serlig viðurskifti gera seg galdandi
5)      til automatisk gear, um bilurin ikki er vorðin ársgamal, og útbúnaðurin er ísettur á verksmiðju
Annaðhvørt pkt. 1, 2, 3 og 4 ella pkt. 2, 3, 4 og 5 skulu vera uppfylt.

GG! Serligur útbúnaður, ið er settur í bilin, er ogn hjá Almannaverkinum og skal latast Almannaverkinum aftur, um bilurin verður seldur ella burturbeindur.

Stuðul kann eisini verða veittur til meirkostnað av at taka koyrikort, um tú annars lýkur treytirnar fyri stuðli til bil. Haraftrat kann stuðul verða latin til annan meirkostnað sum vektgjald (eginvekt oman fyri 1300 kg). Stuðul til meirútreiðslur til vektgjald verður bert latin til bíligast nøktandi bil.

Skifta bilin út og møguligur søluvinningur
Stuðul til annan bil verður vanliga ikki latin, fyrr enn 8 ár eftir at gamli bilurin er skrásettur, og um Akstovan metir, at hann er í tílíkum standi, at hann eigur at skiftast út. Frávik kunnu verða gjørd frá hesi reglu, og mæla vit til, at tú spyrt teg fyri hjá okkum at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Verður bilurin skiftur út av serligum ávum, skal hann seljast og skuldin til Almannaverkið gerast upp. Møguligt avlop gongur inn í nýtt bilkeyp, og møgulig restskuld verður avskrivað, um ikki gjaldsskái er givin, ella lánið er misrøkt.

Søluvinningur frá gomlum bili skal ganga inn í nýtt keyp. Hevur umsøkjarin bil, ið hann hevur fingið stuðul til, og søkir um stuðul til nýggjan bil, skal vinningurin av søluni av gamla bilinum, herundir tryggingarútgjald, fara til nýggja bilin og/ella verða drigin frá nýggja láninum, soleiðis at afturgjaldsskyldugi parturin minkar fyrst. Hetta er eisini galdandi, um tú hevur selt gamla avlamisbilin og t.d. skalt hava ein nýggjan tvey ár seinni.

Hvat við bilinum, tá ið stuðulsmóttakari doyr?
Um stuðulsmóttakarin doyr, fellur restskuldin av láninum til gjaldingar. Røkkur søluvirðið á bilinum ikki til alla skuldina, verður munurin avskrivaður. Tað er búgvið eftir stuðulsmóttakaran ella arvingarnir, sum standa fyri søluni. Eru ivamál, ber altíð til at venda sær Almannaverkið.

Parkeringskelti 
Umsóknarblað og vegleiðing til parkeringskelti fæst á heimasíðuni hjá MEGD

Stuðul til bústaðarbroytingar

Fólk við munandi og varandi avmarkaðum likamligum ella sálarligum førleika kunnu fáa stuðul til bústaðarbroytingar, tá ið broytingin er neyðug fyri at gera bústaðin betur egnaðan sum tilhald , t.v.s. at gera bústaðin betur egnaðan hjá viðkomandi at vera í. Talan er bert um neyðugar broytingar sum at gera serlig atkomuviðurskifti og laga umstøðurnar til serlig hjálpartól sum lyftur, koyristólar og líknandi. Vanligum viðlíkahaldi av atkomuviðurskiftunum og ognini stendur borgarin sjálvur fyri.

Í teimum førum, ein bústaðarbroyting hevur munandi virðisøking við sær, verður tann partur av hjálpini, sum svarar til virðisøkingina, veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán og pant tikið í ognini. Lánið fellur til gjaldingar, tá ið eigaraskifti fer fram.

Almannaverkið hevur ikki skyldu til at seta ognina í upprunastand, tá tørvurin heldur uppat.

Í heilt serligum førum, tá ikki ber til at gera nøktandi bústaðarbroyting, kann stuðul latast til at útvega annan bústað. Almannaverkið tekur avgerð um, um tað er nøktandi at gera bústaðarbroyting, ella um annar bústaður skal útvegast. Stuðul til bústaðarbroytingar verða viðgjørdar eftir  almannalógini.

Vanliga verður stuðul ikki latin, tá ið nýggj hús verða bygd. Ráðgeving og vegleiðing kunnu tó í ávísan mun verða veitt í hesum sambandi, og stuðul kann veitast til serlig hjálpartól.


Treytir
Eitt mál um bústaðarbroyting byrjar við eini umsókn. Almannaverkið ger síðani eina meting av, hvørjar broytingar eru neyðugar út frá tankanum um skynsamastu og bíligast nøktandi loysn til tann, ið hevur tørv á tilhaldsstað.

Set teg í samband við okkum um vegleiðing um møguligar bústaðarbroytingar og mannagongdir.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um hjálpartól innan 3 mánaðir. Tó verða ávís einføld mál avgreidd innan 3-14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan, aðrar upplýsingar ella møguliga veitingartíð.