Leigustuðul
Húski, sum býr til leigu sambært leigulógini í sjálvstøðugari íbúð við egnum køki, og sum ikki eigur aðra fastogn, ið kann nýtast sum bústaður, kann hava rætt til leigustuðul sambært løgtingslóg um leigustuðul.
Húski, ið leigar frá einum ella báðum foreldrum ella verja, ella persónur, sum leigar bústað, sum kemur undir kapittul 6 í almannalógini, hava ikki rætt til leigustuðul.
Umsókn skal latast Almannaverkinum á serliga oyðublaðnum gjørt til endamálið.
Saman við umsóknini skal latast avrit av undirskrivaðum leigusáttmála og kontuavrit frá peningastovni, ið vísir goldnu húsaleiguna.
Umsóknarblað verður tøkt 1. septembur 2026
Leigustuðulin er 20% av húsaleiguni sum ásett í leigusáttmálanum, men í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.
Fyri húski við einum persóni yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5% av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350 túsund kr.
Fyri húski við tveimum ella fleiri persónum yvir 18 ár lækkar leigustuðulin við 5% av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500 túsund kr.
Verður leigustuðulin lægri enn 300 kr., fellur stuðulin burtur.
Omanfyri nevndu upphæddir verða javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Inntøkugrundarlagið hjá húskinum er skattskyldug inntøka sambært skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært § 8 a í ásetingarlógini.
Aðrar inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni.
Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum leiguískoyti verður grundað á, inntøkan seinastu 12 mánaðirnir. Um inntøkan broytist, kann avgerð um leiguískoyti grundast á eina inntøku frá tí mánaðinum, inntøkan broytist, og inntøkutíðarskeiðið verður roknað frá tí mánaðinum og frameftir.
Fyri B-inntøku og kapitalvinning er inntøkutíðarskeiðið, ið leiguískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.
Almannaverkið heintar inntøkuupplýsingar hjá TAKS
Almannaverkið kann biðja um annað skjalprógv fyri inntøku frá eitt nú útlendskum myndugleika.
Persónur yngri enn 23 ár, ið sambært Landsfólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við einum ella báðum foreldrum sínum ella saman við sínum verja, telur hvørki við í talið á persónum yvir 18 ár í húskinum ella í inntøkugrundarlagið hjá húskinum.
Leigustuðul verður veittur frá mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina, og verður rindaður mánaðarliga afturúr á kontu hjá umsøkjaranum.
Hevur persónur av órøttum móttikið leigustuðul og átti hann at vita um hetta, skal upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.
Fyri hvørjar 12 mánaðir eitt húski hevur móttikið leigustuðul, skal húskið mótvegis Almannaverkinum skjalprógva veruligu útreiðslurnar til húsaleigu seinasta árið. Um slíkt skjalprógv ikki verður latið Almannaverkinum innan ásetta freist, kann Almannaverkið steðga útgjaldinum av leigustuðli, inntil nøktandi skjalprógv er móttikið.