Orkuískoyti
Umsókn
Nú kann søkjast um orkuískoyri fyri 2026
Freistin at søkja er 30. juni 2026
Húski
Húski er persónar 18 ár ella eldri, ið sambært fólkayvirlitinum eru skrásettir at búgva á
bústaðnum.
Inntøkugrundarlagi
Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag á kr. 300.000, kann fáa orkuískoyti.
Í sambandi við orkuískoyti skal inntøka hjá øllum vaksnum persónum í húskinum
roknast við í inntøkugrundarlagið.
Inntøkugrundarlagið, sum orkuískoyti er grundað á, er skattskyldug inntøka sambært
skattalógini, kapitalvinningsskattalógini og leiguinntøka sambært ásetingarlógini. Aðrar
inntøkur, vinningur ella møguligur annar stuðul verður lagt afturat inntøkuni.
Fyri A-inntøku er inntøkutíðarskeiðið, sum orkuískoyti verður grundað á, inntøkan
seinastu 12 mánaðirnar frammanundan umsóknarmundinum.
Fyri B-inntøku og vinning sambært kapitalvinningsskattalógini er inntøkutíðarskeiðið, ið
orkuískoyti verður grundað á, inntøkan seinasta álíknaða inntøkuár.
Ogn
Orkuískoyti kann ikki verða veitt húski um ognin, um umsóknarmundi, fer uppum
• Kr. 50.000, fyri húski, ið telur eitt ella tvey vaksin
• Kr. 70.000, fyri húski, ið telur trý ella fleiri vaksin
Ognarupplýsingar, ið Almannaverkið hevur, eru frá 31-12-2025.
At meta sum ogn er innistandandi í peningastovni og virðisbrøv.
Undantikið er ogn, ið er endurgjald fyri varandi mein og ikki-fíggjarligan skaða.
Persónur upp til 23 ár, sum sambært fólkayvirlitinum er skrásettur at búgva saman við
einum ella báðum foreldrum, kann eiga upp til kr. 50.000, sum ikki verður roknað sum
ogn.
Útgjald
Orkuískoyti verður útgoldið sum ein upphædd:
Í 2026 kr. 5.000
Orkuískoyti kann útgjaldast eina ferð um árið til ein persón í húskinum. Útgjald kann í fyrsta lagi væntast umleið hálvan mars.
Hevur persónur av órøttum fingið orkuískoyti og átti hann at vita um hetta, skal hendan
upphæddin gjaldast aftur. Tað sama er galdandi, um orsøkin er vantandi ella skeivar
upplýsingar frá viðkomandi, sum hesin hevur skyldu at lata Almannaverkinum.