Sjúkradagpeningur

Sjúkradagpeningur er ein fyribils veiting, sum tú kanst søkja, um tú vegna sjúku ella skaðatilburð ikki fært røkt títt starv og tí missir arbeiðsinntøku. Tú kanst eisini søkja, um tú ert við barn og ymisk árin gera, at tú gerst óarbeiðsfør ella ikki fært røkt títt starv. Somuleiðis kanst tú fáa rætt til dagpening, um tað gerst alneyðugt at vera um álvarsliga sjúkan hjúnafelaga ella sjúkt barn.

Umsókn um sjúkradagpening skal verða móttikin á Almannaverkinum seinast 60 dagar aftaná 1. fráverudag.

Umsókn kann fyllast út á  vangin.fo

Rættindi og treytir

Missir tú inntøku orsakað av sjúku, kanst tú antin hava rætt til:

  • løn undir sjúku
  • sjúkradagpening
  • ella – um ongin annar møguleiki er –
  • uppihaldsveiting

Avgerandi fyri, um tú hevur rætt til løn undir sjúku, er, um tú kemur undir ásetingarnar í starvsmannalógini, ella hevur rætt til løn undir sjúku sambært sáttmála ella aðrari lóggávu. Hevur tú rætt til løn undir sjúku, kanst tú ikki fáa dagpening.

Hevur tú ikki rætt til løn frá arbeiðsgevaranum í sambandi við óarbeiðsføri vegna sjúku, skaðatilburð ella barnsburð, kanst tú hava rætt til dagpening vegna sjúku – antin sum løntakari ella sum sjálvstøðugur vinnurekandi við sjálvbodnari trygging – sí nærri um treytir fyri at fáa sjúkradagpening. Treytin er, at tú heldur ikki hevur rætt til tryggingarendurgjald, barnsburðargjald ella annað tílíkt.

Ert tú í teirri støðu, at tú hvørki hevur rætt til løn undir sjúku ella sjúkradagpening, er møguligt at fáa uppihaldsveiting.

Fyri at fáa sjúkradagpening skalt tú senda Almannaverkinum umsókn. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um sjúkradagpening. Tú hevur rætt til dagpening frá 1. fráverudegi, um Almannaverkið hevur móttikið umsókn tína í seinasta lagi 60 dagar eftir 1. fráverudag. Verður umsóknin móttikin á Almannaverkinum seinni, verður dagpeningur veittir frá tí degnum.

Ert tú arbeiðsleys/-ur og gert sjúk/-ur, men ert ikki í ALS, kanst tú, áðrenn 30 dagar eru farnir frá tí, at tú fórt úr starvi, senda Almannaverkinum umsókn um sjúkradagpening og harvið møguliga vinna tær rættin til sjúkradagpening.

Kemur umsóknin Almannaverkinum í hendi seinni enn 30 dagar, frá tí tú fórt úr starvi, metir Almannaverkið, at tú hevur mist tilknýti til arbeiðsmarknaðin og tí møguliga hevur mist rættin til sjúkradagpening.

Tú hevur ábyrgd av, at umsóknin verður latin Almannaverkinum áðrenn omanfyri nevndu freistir.

Læknaváttan, ið staðfestir óarbeiðsførið, skal latast almannaverkinum. Vanliga senda læknarnir Almannaverkinum viðkomandi læknaváttan.

Inntøkuváttan arbeiðsgevarans skal latast Almannverkinum. Vanliga sendur arbeiðsgevarin hesa til Almannaverkið eftir áheitan frá umsøkjaranum.

Skyldur

Tú hevur skyldu at upplýsa um øll viðurskifti, sum eru neyðug fyri at kunna viðgera og avgera umsóknina um sjúkradagpengar. Hevur tú ikki hildið upplýsingarskylduna, verða útgoldnir dagpengar kravdir aftur.

Fært tú tilboð frá lækna um viðgerð, sum kann hjálpa tær at endurvinna arbeiðsførið, og tú noktar at taka ímóti, dettur rætturin til dagpengar burtur, og útgoldin veiting kann møguliga verða kravd aftur.

Hvussu verða dagpengar roknaðir?

Veitingin, sum er endurgjald fyri væntaða lønarmissin, verður vanliga roknað út frá miðalinntøkuni 5 tær seinastu vikurnar undan fráveruni.

Upphæddin er 100% av inntøkuni, tó í mesta lagi 80% av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Vikuliga upphæddin, sum í mesta lagi kann verða útgoldin, er kr. 5.028 + 9% til eftirlønarskipan (2023). Ert tú frítikin fyri at rinda til eftirlønarskipan, verður eftirløn ikki útgoldin.

Dagpengaveitingin verður goldin afturút fyri eina viku í senn.

Hvussu leingi kanst tú fáa dagpengar

Vanliga kanst tú í mesta lagi fáa sjúkradagpening í 52 vikur frá 1. fráverudegi í einum 18 mánaðarskeiði.

Álvarslig sjúka

Hóast omanfyri standandi áseting, kann sjúkradagpening verða veittur longur enn 52 vikur í einum 18 mánaða skeiði í hesum málum:

tá persónur hevur álvarsliga ella lívshættisliga sjúku ella hevur verið fyri skaðatilburði, har tað ikki ber til at siga, um viðkomandi verður varandi sjúkur ella aftur vinnur sær arbeiðsføri.

tá persónur í sambandi við álvarsliga sjúku ella skaða er í viðgerð, og har tað er sannlíkt, at viðkomandi aftur vinnur fult arbeiðsføri.

Fólkapensjónistar koma ikki undir hesa áseting.

Almannaverkið skal regluliga meta um útlitini fyri, at viðkomandi aftur fær tilknýti til arbeiðsmarknaðin, ella um viðkomandi skal flyta til aðra almannaveiting ella fyriskipan.

Arbeiðskaði

Tá talan er um arbeiðsskaða, kanst tú fáa sjúkradagpening í upp til 2 ár. Tá er treytin, at málið um arbeiðsskaða er fráboðað Vanlukkutryggingarráðnum og verður viðgjørt eftir Arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Barnsins 1. og 2. sjúkudagur

Foreldur, sum mugu vera heima frá arbeiði, tí barnið er sjúkt, hava rætt til dagpengar fyri barnsins 1. og 2. sjúkudag.

  • Foreldur, sum sambært sáttmála hava rætt til frí við løn, tá ið barn/børn teirra eru sjúk, hava ikki rætt til dagpengar. Um sáttmálin einans tryggjar rætt til løn fyri barnsins 1. sjúkudag, verða dagpengar veittir fyri 2. sjúkudag.
  • Barnið skal vera undir 14 ár
  • Viðskiftarin skal lúka vanligu treytirnar í dagpengalógini um tilknýti til arbeiðsmarknaðin og rætt til dagpengar vegna sjúku
  • Bæði foreldur kunnu vera heima hjá sjúka barninum í senn og fáa dagpengar, um tey annars lúka treytirnar.
  • Dagpengatíðarskeið - hvørt av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpengar fyri barnsins 1. og 2. sjúkudag 10 dagar um árið. Avmarkingin er galdandi uttan mun til tal av børnum. Møguligt er ikki hjá foreldrum at flyta dagar sínámillum.
  • Dagpengar verða bert veittir eftir umsókn. Umsóknarblað kann heintast á hesu síðu.

Arbeiðsgevarin skal vátta fráveru og inntøkumiss á umsóknarblaðnum. Læknaváttan er óneyðug, tí arbeiðsgevaraváttan er nøktandi.

Barnsburður

Fært tú fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis aftan á barnsburðarfarloyvi, tí tú ikki fært ansingarpláss á dagstovni ella í dagrøkt, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp.

Umframt at lúka vanligu treytirnar fyri uppihaldshjálp, er tað ein treyt, at barnið er skrivað upp til ansing, tá ið tað er føtt. Eisini skal kommunan hvønn mánað vátta, at tað í løtuni er ógjørligt at útvega ansingarpláss.

Álvarsliga sjúkt barn

Dagpengar kunnu veitast í sambandi við inntøkumiss, tá ið barnið er álvarsliga sjúkt. Talan skal vera um vanda fyri lívi og heilsu hjá barninum.

Váttan frá lækna skal vera til skjals sum grundarlag fyri støðutakanini, og skal læknin hava mett, at talan er um álvarsliga sjúku, sum ger tað alneyðugt, at annað ella bæði foreldrini eru um barnið.

Tey, ið avgjørt eru fevnd av rættinum, eru foreldur at barni, ið liggur til at doyggja ella álvarsligur vandi er fyri lívinum. Sí vegleiðingina á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum ella fá eitt avrit av vegleiðingini frá Almannaverkinum.

Treytin fyri at fáa sjúkradagpengar er, at tú ikki hevur rætt til løn undir sjúku hjá barninum ella hevur troytt henda rættin. Fleiri sáttmálar tryggja foreldrum rætt til ávíst sjúkudagatal um árið í sambandi við sjúkt barn. Aðrir sáttmálar geva ikki slíkan rætt.

Álvarsliga sjúkur hjúnafelagi

Dagpengar kunnu veitast í sambandi við inntøkumiss, um hjúnafelagin er álvarsliga sjúkur. Talan skal vera um vanda fyri lívi ella heilsu hjá hjúnafelaganum.

Váttan frá lækna skal vera til skjals sum grundarlag fyri støðutakanini, og skal læknin hava mett, at talan er um álvarsliga sjúku, sum ger tað alneyðugt at vera um sín sjúka hjúnafelaga.

Tann, sum hevur hjúnafelaga, ið liggur fyri deyðanum ella álvarsligur vandi er fyri lívinum, er avgjørt fevndur av rættinum til dagpengar. Sí vegleiðingina á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum ella fá eitt avrit av vegleiðingini frá Almannaverkinum.

Treytin fyri at fáa sjúkradagpengar er, at tú ikki hevur rætt til løn ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald fyri mista inntøku í sambandi við sjúkan hjúnafelaga.

Sjálvstøðug vinnurekandi

Sálvstøðug vinnurekandi, sum hava arbeiðsmegi aftrat sær, hava ikki rætt til sjúkradagpenig, men kunnu í staðin tekna eina sjálvbodna trygging. Við hesi trygging kunnu tey tryggja sær fulla dagpeningaupphædd frá 1. fráverudegi.

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær, hava rætt til dagpening eftir vanligu reglunum í dagpeningalógini. Tað er ein treyt, at tann sjálvstøðugt vinnurekandi arbeiðir sjálvstøðugt og einsamallur fyri tað mesta. Tó kann í vissum førum verða neyðugt við hjálp, t.d. fyri at stilla eina forskalling upp. Vegleiðandi verður ein lønarútgjalding við einari upphædd svarandi til 6 vikulønir hjá ófaklærdum í einum 6 mánaða tíðarskeiði nýtt at meta seg eftir. Almannaverkið ger tó altíð eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri.

Veitingin verður útroknað við grundarlagi í seinasta álíknaða inntøkuárinum. Hesi kunnu eisini tekna eina sjálvbodna trygging og fáa rætt til hægstu veiting. Sí dømi niðanfyri.

Dømi:
Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki hava arbeiðsmegi aftrat sær, gerast óarbeiðsfør vegna sjúku og søkja um dagpening. Um seinasta álíknaða inntøkuárið var inntøkan 135.000 krónur sambært TAKS. Dagpeningaútgjaldið er í hesum føri 2.596 kr. um vikuna (135.000/52).

Um tey í staðin hava teknað eina sjálvbodna trygging, hava tey rætt til mest loyvda dagpeningaútgjaldið (t.e. 80 % av eini arbeiðsmannaløn) uttan mun til inntøkugrundarlagið. Mest loyvda útgjaldið er 5.028 krónur um vikuna íroknað frítíðarløn + 9% til eftirlønarskipan (2023).

Treytin fyri at tekna sjálvbodna trygging er, at fólk burturav ella í mestan mun eru sjálvstøðug vinnurekandi, og at tey eru arbeiðsfør, tá umsóknin verður latin inn.

Serligar treytir fyri stjórar í egnum partafelag ella smápartafelag.

Stjórar

Tann, sum starvast sum stjóri í einum partafelag, er ikki at rokna sum sjálvstøðugt  vinnurekandi og er vanliga heldur ikki at rokna sum løntakari í dagpeningahøpi. Hesin er tí ikki fevndur av dagpeningalógini og hevur tí ikki rætt til útgjald.

Sum løntakari er at rokna tann, sum er undir fyristíling hjá einum arbeiðsgevara. Ein stjóri er vanliga ikki undir fyristíling hjá einum arbeiðsgevara, men kann sjálvur leggja sær arbeiðið og raksturin av felagnum til rættis.

Stjóri í felag kann tó tekna eina sjálvbodna trygging og harvið vinna sær rætt til dagpening.

Yvirlit yvir rætt til dagpening hjá sjálvstøðugt vinnurekandi og stjórum í p/f og sp/f

Útrokningargrundarlagið er seinasta álíknaða inntøkuárið umroknað til vikugjald

Yvirlit

Yrkisbólkur

Rætt til dagpening eftir vanligum reglum

Rætt til at tekna trygging

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær

Ja

Ja

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum hava arbeiðsmegi aftrat sær

Nei

Ja

Stjórar í partafelag ella smápartafelag, sum hava arbeiðsmegi knýtta at felagnum

Nei

Ja

Stjórar í egnum felag, sum, umframt stjóran, ikki ella bert í lítlan mun hava leysa arbeiðsmegi aftrat sær

Nei

Ja

Treytir fyri at tekna trygging er:

  • at arbeiðsførið er óskalað
  • at hvørki heilsustøðan er munandi viknað ella vandin fyri sjúku munandi øktur
  • at umleið 75 % av inntøkuni hjá tær skulu stava frá sjálvstøðuga virkseminum ella felagnum sum tú er stjóri í (B-inntøka, vinningsbýti og líknandi).
  • er talan um stjórar kann samlaða lønarútreiðslan hjá felagnum seinasta álíknaða inntøkuár í mesta lagi verða 390 ferðir hægstu dagpeningaveiting um vikuna.

Er treytin viðvíkjandi inntøkuni og lønarútreiðslum ikki loknar, dettur tryggingin burtur.
Vilt tú tekna sjálvbodna dagpeningatrygging, skalt tú lata umsókn inn til Almannaverkið.

Tryggingargjald
Tryggingargjaldið er fyri tíðarskeiðið 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember. Tryggingargjaldið, ið er upplýst á heimasíðuni undir “Almannaveitingar upphæddir”, verður kravt við rokning hálvárliga ávikavist síðst í mai og november. Um tú ikki hevur goldið tryggingargjaldið í seinasta lagi ein mánaða aftan á gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Tú hevur rætt til dagpening 4 vikur eftir, at tú hevur teknað trygging. Um tú ikki hevur goldið tryggingargjald í seinasta lagi ein mánað aftan á gjaldkomudagin, dettur tryggingin burtur.

Rætturin til dagpening hjá fólkapensjónisti, sum hevur sjálvbodna trygging
Rætturin til dagpengar dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum, eftir at fólkapensjón verður móttikin, og tryggingin dettur sostatt burtur frá hesum degi.

Dagpeningaupphædd
Hevur tú sjálvbodna trygging og letur umsókn um dagpening inn í seinasta lagi 60 dagar eftir 1. fráverudag, hevur tú rætt til fullan dagpening, ið er 80 % av arbeiðaralønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Letur tú umsóknina inn seinni, verður dagpeningur veittir frá tí degi, umsóknin er latin inn.

Tilmeldingarskjal til sjálvbodna dagpeningatrygging og umsóknarblað um sjúkradagpening hjá tí, ið hevur teknað trygging, er at finna á síðuni oyðubløð.

Dagpengar ella fólkapensjón?

Er tú framvegis í arbeiði, tá tú fyllir 67 ár, kann vera vert at umhugsa, um tú framhaldandi vilt hava møguleika at fáa dagpening vegna sjúku.

Tú kanst søkja um fólkapensjón beinanvegin tú fyllir 67 og søkja um at útseta pensjónsútgjaldið og upptjena bíðiviðbót í útsetingartíðarskeiðnum. Treytin fyri at útseta pensjónsútgjaldið er, at tú arbeiðir í minsta lagi 1000 tímar um ári.

Rætturin til dagpengar fellur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir at tú hevur móttikið fólkapensjónsútgjald ella hevur fingið tillutað hægstu fyritíðarpensjón ella framskundaða pensjón við eini upphædd svarandi til hægstu fyritíðarpensjón.

Møguligt er ikki at søkja um dagpengar aftaná at tú hevur móttikið pensjónsútgjald, og til ber ikki seinni at velja fólkapensjónina frá fyri í staðin at fáa dagpening.