Sjúkuútreiðslur - stuðul

Hevur tú útreiðslur til sjúkuviðgerð so sum tannviðgerð, fysioterapi, kiropraktorviðgerð ella líknandi, kanst tú fáa fíggjarligan stuðul til hesar útreiðslur.


Treytir

Treytin er, at tú ikki hevur ráð at gjalda útreiðsluna, uttan at vandi er fyri, at fíggjarstøðan hjá tær og familjuni, sum annars verður mett rímilig, fer av kós. Harumframt er tað ein fyritreyt, at Heilsutrygd ella onnur trygging ikki rindar útreiðsluna. Tað er krav fyri stuðulsveiting, at viðgerðin er grundgivin við læknaváttan ella læknafrágreiðing.

Stuðul verður einans veittur til útreiðslur, sum eru vanligar, og sum fólk við vanligari inntøku kunnu gjalda. Meginreglan er, at tú skalt søkja um stuðul, áðrenn tú setir teg fyri útreiðsluna.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um sjúkuútreiðslur innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.