Stuðul til uppihaldspening

Endurgjald fyri goldin barna- og hjúnafelagagjøld

Er tær álagt at gjalda uppihaldspening, kanst tú fáa stuðul til uppihaldspening. Tað er Familjufyrisitingin ella samsvarandi útlendskur myndugleiki, sum ásetir gjaldsupphæddina.

Søkjast kann á Vanganum  vangin.fo

Treytir

Treytir

  • Talan skal vera um uppihaldspening til børn undir 18 ár, sum tú ikki býrt saman við.

  • Talan kann eisini vera um uppihaldspening til hjúnafelaga, ið tú ert skildur ella sundurlisin frá.

  • Peningurin skal vera goldin, áðrenn tú kanst søkja um stuðul.

  • Árliga stuðulsupphæddin er 40 % av tí barnagjaldi, sum tær er álagt at gjalda.

  • Stuðul til uppihaldspening til børn verður bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Upphæddin kr. 12.996,00 (2021), kr. 13.260,00 (2022) og kr. 13.428,00 (2023). (Stuðul verður sostatt ikki veittur, um tú bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn).

  • Stuðul til uppihaldspening til hjúnafelaga er 40 % av tí upphædd, sum tær er álagt at gjalda.

  • Freistir fyri umsókn og útgjald skulu haldast. Sí meira undir brotinum “Útgjald og freistir”.

Útgjald og freistir

Tá søkt verður um stuðul til uppihaldspening eru tvær freistir, sum havast skulu í huga.

1) Freist at lata umsókn inn
Umsóknin fyri uppihaldspening, sum eru goldnir undanfarna álmanakkaár, skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er sostatt sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis.
Dømi:
Barnagjald, sum er álagt, er goldið í 2021. Umsóknin fyri goldnu upphæddina skal vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2022. Verður umsóknin til dømis latin inn í august 2022, fellur rætturin til stuðul fyri goldnu upphæddina burtur.

2) Freist í sambandi við útgjald av stuðli
Stuðul verður goldin út seinast í juni og desember. Lýst verður í miðlunum og á heimasíðuni, nær umsóknin skal vera latin inn. Henda freist ávirkar ikki rættin til stuðul, men hevur einans týdning fyri, nær stuðulin verður útgoldin. Verður umsóknin latin inn eftir ásettu freist, hevur umsøkjarin ikki krav upp á útgjald, fyri enn næstu ferð útgjald verður avgreitt.
Dømi:
Næsta útgjald av stuðli til uppihaldspening er í juni 2022. Freistin at søkja um stuðul er 7. juni. Verður umsókn fyri barnagjald, sum er álagt og goldið í tíðarskeiðinum desember 2021 til juni 2022 til dømis latin inn 10. juni 2022, hevur umsøkjarin ikki krav uppá at fáa umsóknina avgreidda fyrr enn til næsta útgjald í desembur 2022. Umsøkjarin missir sostatt ikki rættin til stuðulin, men kann rokna við longdari avgreiðslutíð.

Umráðandi er tó, at umsóknin fyri 2021 verður latin inn í seinasta lagi 1. juli 2022. Verður umsóknin latin inn eftir hesa freist, fellur rætturin til stuðulin burtur. Sum nevnt kann frávik ikki gerast frá freistini.