Tannviðgerð - stuðul

Hevur tú tørv á tannviðgerð, sum tú ikki hevur ráð til, kanst tú søkja um stuðul. Fyritreytin fyri at veita stuðul til tannviðgerð er vanliga, at viðgerðin ikki er byrjað, áðrenn Almannaverkið hevur móttikið umsókn um stuðul. Við umsóknini skal fylgja ein viðgerðar- og kostnaðarætlan frá tannlæknunum.

Umsókn verður viðgjørd í trimum stigum
  1. Støða verður tikin til, um tannviðgerðin ella partar av henni kunnu bíða, til tú sjálv/ur fært ráð til at gjalda fyri hana.
  2. Um mett verður, at viðgerðin ikki kann bíða, verður ein meting av fíggjarstøðuni gjørd. Fíggjarligu viðurskiftini – inntøkur, fastar útreiðslur og ogn – verða kannað, og mett verður, um tú hevur avlop ella ogn, sum ger, at tú má metast sjálv/ur at klára at rinda útreiðsluna.
  3. At enda verður mett um sjálva útreiðsluna. Ein meginregla í sambandi við játtan av almannastuðli er, at stuðul einans verður játtaður til bíligastu ráðiligu loysnina. Fíggjarligur stuðul verður ikki játtaður til viðgerðir, sum fara út um tað, sum verður mett neyðugt og rímiligt í tí einstaka førinum. Tað er grundleggjandi, tá mett verður um tað rímiliga í einari útreiðslu, at hon skal kunna avhaldast av einari vanligari løn. Stuðul verður ikki veittur til eitt nú dýra tannviðgerð, ið fólk flest ikki hava ráð til.
Serligt viðvíkjandi størri tannendurgerð

Størri tannendurgerð og umfatandi viðgerðir verða bara veittar sum stuðul í sambandi við, at tú annars fært uppihaldshjálp, sosiala ráðgeving og vegleiðing og annan stuðul frá Almannaverkinum sum lið í eini sosialari endurmenning. Mannagongdin er í slíkum førum vanliga tann, at Almannaverkið sjálvt í samráð við teg tekur stig til viðgerðina.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um tannviðgerð innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.