Tillagað starv

Tillagað starv er ætlað fólki við varandi skerdum arbeiðsføri. Skerjngin skal svara til í minsta lagi 1/3 av fullum arbeiðsføri. Hetta tí at tá verður mett, at viðkomandi út frá eini sosialfakligari meting ikki kann arbeiða undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum.

Endamál og treytir

Endamálið er at stuðla soleiðis, at ein framvegis kann vera virkin á arbeiðsmarknaðinum,  hóast sjúka, brek ella aðrir trupulleikar gera tað trupult at arbeiða. Við hesum er møguleiki fyri at tillaga arbeiðsuppgávur ella arbeiðstíð, soleiðis at tær eru í samsvari við skerda arbeiðsførið. Sum dømi kunnu nevnast møguleiki fyri meira hvíld, fleiri sjúkradøgum, læknavitjanum, serligum ella avmarkaðum uppgávum v.m.

Arbeiðstíðin er vanliga full tíð, tó er møguleiki at arbeiða niðursetta tíð, um sjúkan ella brekið ger, at tað ikki er gjørligt at arbeiða fulla tíð. Treytin er tó, at viðkomandi kann arbeiða undir somu umstøðum sum onnur, teir tímarnar hann er til arbeiðis, og at arbeiðstíðin samsvarar við arbeiðstímarnar, sum arbeiðsgevarin rindar fyri.

Tillagað starv kann veitast hjá privatum ella almennum arbeiðsgevara.

Treytir

Varandi skerda arbeiðsførið skal stava frá likamligum ella sálarligum breki, varandi sjúku ella týðandi persónligum sosialum viðurskiftum.

Eru útlit fyri, at tillagingar á arbeiðsplássinum, arbeiðsvenjing, arbeiðsroynd, skeið ella útbúgving v.m. bøta um møguleikan at koma í arbeiði ella røkja sítt starv, skulu hesar roynast, áðrenn tillagað starv verður játtað.

Arbeiðstíð og løn

Arbeiðstíðin er vanliga full tíð sambært sáttmála.  Løn og lønarískoyti kunnu ikki verða hægri enn tað, ein forvann áðrenn tillagaða starvið. Hevur arbeiðstíðin vanliga verið niðursett tíð, er hetta útgangsstøðið. Stavar orsøkin til niðursetta arbeiðið frá sjúku ella skaða, verður støði tikið í arbeiðstíðini, viðkomandi arbeiddi áðrenn sjúkuna ella skaðan.

Arbeiðsviðurskiftini skulu skipast og leggjast soleiðis til rættis, at øll fyrilit fyri niðursettari arbeiðsorku og serligum tørvi á hvíld, innrætting, arbeiðssteðgi og líknandi verða tikin.

Ber ikki til í tí ítøkiliga førinum at hava fyrilit fyri serliga tørvinum, kann avtala gerast um at stytta arbeiðstíðina.

Løn

Arbeiðsgevarin rindar løn sambært viðkomandi sáttmála fyri arbeiðstíðina, sum arbeiðsavrikið verður metta at samsvara við. Almannaverkið rindar lønarískoyti, sum í mesta lagi er upphæddin av hægstu uppihaldsveiting umframt frítíðarløn og arbeiðsmarknaðargjøld. Løn og lønarískoyti tilsamans kunnu ikki vera hægri enn sáttmálalønin samsvarandi við starvsbrotinum, sum viðkomandi arbeiddi frammanundan.

Almannaverkið metir um skerda arbeiðsførið og ger, í samsvari við hesa meting, avtalu við arbeiðsgevaran um, hvussu stórur partur er løn sambært sáttmála, og hvussu stórt lønarískoyti verður veitt. Avtala, sum Almannaverkið góðkennir, verður skjalfest í setanarsáttmála, sum allir partar undirskriva.

Roknað lønarískoyti – játtað eftir 1. januar 2021
Trýst her

Roknarin er einans fyri tillagað størv, játtað 1. Januar 2021 ella seinni. Borgari, ið hevur fingið játtað tillagað starv áðrenn 1.1.2021 heldur fram við sama ískoyti sum áður. Tó koma nýggju reglarnar í gildi, um ein skiftir starv ella um aðrar týðandi broytingar henda við starvinum.
Gev gætur, at roknarin er bara vegleiðandi.

Lønarinntøka fyrr
Upplýs tína vanligu løn fyrr sbrt. sáttmála, kr. um mán.
Lønarbrøkur fyrr
Upplýs lønarbrøk, um tú vanliga hevur arbeitt niðursetta tíð
Arbeiðsavrik frameftir (brøkur)
Upplýs arbeiðsavrik framyvir (mett/væntað) – brøkur av fulltíðar starvi
{{ preventMessage }}
Tín veiting um mánaðin Vís meira {{ resultSummary[resultSummary.length-1].value | number:0 }} kr.
{{ item.name }} vís meira {{ ex.name }} {{ ex.value | number:0 }} kr. {{ item.value | number:0 }} kr.
Fyrivarni: Rokniamboðið er bert vegleiðandi.


Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um tillagað starv innan 3 mánaðar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.