Einkjustøða - pensjón

Fyritíðarpensjón vegna einkjustøðu og børn undir 18 ár
Einkjur og einkjumenn, ið hava skyldu at uppihalda barni undir 18 ár, fáa miðal fyritíðarpensjón.

Foreldur, sum koma í einkjustøðu, fáa skriv frá Almannaverkinum við boðum um, at tey kunnu venda sær til stovnin fyri at fáa ráð og vegleiðing um støðuna og møguleikar fyri hjálp, undir hesum fyritíðarpensjón. 

Onnur inntøka - fyritíðarpensjónistar vegna einkjustøðu

Hevur fyritíðarpensjónistur inntøku, kann tað ávirka pensjónsútgjaldið. Lækkingin er 30% av tí inntøku, sum fer upp um frádráttarfríu upphæddina.

Frádráttarfría upphæddin fyri árið 2018 er kr. 90.600. Er inntøkan lægri, ávirkast pensjónin ikki. Leinki við dømi, tá ið tú forvinnur 120.000 kr.

Harumframt avlamisviðbót 2.743 kr. og barnaviðbót, sum ikki verða ávirkaðar av inntøku.

Inntøka sum grundarlag fyri pensjónsútrokning
Sum inntøka verður vanliga roknað skattskyldug inntøka umframt kapitalvinningsinntøka, herundir rentuinntøka, inntøka av partabrøvum, lánsbrøvum o.a.

Fyritíðarpensjón og Samhaldsfasti verða ikki roknað sum skattskyldug inntøka og ávirka tí ikki pensjónsútgjaldið

Grundarlagið fyri pensjónsútrokningini er vanliga seinast uppgjørda skattskylduga inntøkan.
Fyrstu ferð, tú fært pensjón útgoldna, verður útgjaldið í ávísum førum grundað á væntaða inntøku. Hetta er t.d. støðan, um tú gevst at arbeiða, og inntøkan broytist.

Umrokning við inntøkubroytingum
Til ber at umrokna pensjónina, um fyritíðarpensjónistur gevst at arbeiða ella fer til arbeiðis, ella um inntøka hansara broytist av øðrum orsøkum. Tað merkir, at fyritíðarpensjónin í staðin verður roknað eftir væntaðari inntøku.
Endamálið er, at útgjaldið er so rætt sum til ber, so sleppast kann undan, at tú seinni fært eitt afturgjaldskrav.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Almannaverkið. Tú kanst eisini rokna tína pensjón á okkara roknara, sum liggur her.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um pensjón vegna einkjustøðu innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar upplýsingar til vega.