Familjuískoyti

Familjuískoyti til familjur við lágari inntøku

Møguleiki er hjá barnafamiljum, ið hava lága inntøku, at fáa fíggjarligan stuðul við at fylla út umsóknarblað og senda tað til Almannaverkið. Familjan skal hava skrásettan bústað í Føroyum.

Av tí at útgjaldið er treytað av umsókn og kemur í gildi frá tí mánaði, umsóknin er móttikin, er umráðandi at lata umsókn inn sum skjótast.

 

Um familjuískoyti

Familjuískoyti verður veitt støkum, hjúnum og samlivandi umframt fosturforeldrum, sum sambært skráseting á Landsfólkayvirlitinum hava heimabúgvandi børn undir 18 ár. Um barnið uppiheldur sær fyribils uttan fyri heimið í útbúgvingarørindum í upp til eitt ár, verður sæð burtur frá treytini um, at barnið skal vera heimabúgvandi. Ískoytið er tongt at inntøku og ogn, meira um hetta undir “Inntøkuviðurskifti”.

Familjuískoytið er 24.000 kr. um árið til stakar uppihaldarar, ið búgva einsamallir við einum barni. Til hjún og samlivandi er ískoytið 24.000 kr. um árið. Fyri hvørt barnið aftan á tað fyrsta hækkar ískoytið við 6.000 kr.

Inntøkuviðurskifti

Støk

Er ársinntøkan 220.000 kr. fyri støk ella lægri verður fult ískoyti útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna og 220.000 kr.

Prosentparturin er 25 % fyri 1 ella 2 børn og 30 % fyri 3 ella fleiri børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkan er oman fyri 290.000 kr.

Lækkingin er sostatt tongd at inntøku og barnatali.

Rokna veitingina út á roknimaskinuni við at tøppa inn persónligu upplýsingar tínar

Gift ella sambúgvandi

Er ársinntøkan 320.000 kr. fyri gift/sambúgvandi ella lægri, verður fult ískoyti útgoldið. Ískoytið minkar síðani við einum prosentparti av muninum millum ársinntøkuna hjá húskinum og 320.000 kr.

Prosentparturin er 25 % fyri 1 ella 2 børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkan hjá húskinum er oman fyri 390.000 kr.

Prosentparturin er 30 % fyri 3 ella fleiri børn. Familjuískoytið fellur burtur, um inntøkan hjá húskinum er oman fyri 410.000 kr.

Lækkingin er sostatt tongd at inntøku og barnatali.

Rokna veitingina út á roknimaskinuni við at tøppa inn persónligu upplýsingar tínar

Ogn

Umframt ársinntøku hevur ogn eisini týdning. Er ognin oman fyri 30.000 kr, verður einki útgoldið. Endurgjald fyri varandi mein ella líknandi er ikki at síggja sum ogn í hesum sambandi.

Rokna familjuískoyti

Tú kanst rokna tína veiting við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.

Hjúnalagsstøða
Børn
Havi børn undir 18 ár, ið - eisini sbrt. Landsfólkayvirlitið - búgva hjá mær/okkum
Upplýs, hvussu nógv børn:
Inntøka
Tín inntøka um árið:
Inntøka hjúnafelagi/samlivari:
Ogn
Eg og møguligur hjúnafelagi/samlivari eigi/eiga ogn, ið er hægri enn 30.000 kr
{{ preventMessage }}
Tín veiting
Ikki skattskyldug
{{ resultSummary[resultSummary.length-1].value/12 | number:0 }},00
(Krónur um mán.)


Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um familjuískoyti innan 14 dagar.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa møguligar aðrar upplýsingar.