Fólkapensjón

Fólkapensjón fyri persónar, sum eru føddir áðrenn 1. januar 1953.

Fólkapensjónin er sett saman av grundupphædd og møguligari viðbót

  • Grundupphæddin, sum er skattafrí, verður útgoldin við fullari upphædd, uttan mun til hvørja inntøku tú hevur
  • Viðbótin, sum er skattskyldug, verður javnað eftir inntøkuni hjá tær og møguligum hjúnafelaga, um hesin eisini er fólkapensjónistur

Tá ið tú søkir um fólkapensjón, kanst tú velja bara at søkja um grundupphæddina. Tað kanst tú til dømis gera, um tú veitst, at tú hevur so mikið høga inntøku, at viðbótin fellur burtur.

Søkir tú bara um grundupphædd, er óneyðugt at upplýsa Almannaverkið um inntøkuviðurskiftini. Á umsóknarblaðnum ber til at krossa av, um søkt verður um grundupphæddina einsamalla ella um bæði grundupphædd og viðbót.

Hvør hevur rætt til fólkapensjón?

Øll, sum fylla 67 ár og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón, sí eisini brotið niðanfyri um treytir. Pensjónsupphæddin valdast, hvussu leingi ein hevur búð í danska ríkinum.

Tríggjar mánaðir áðrenn fólk fylla 67 ár, fáa tey bræv frá Almannaverkinum um, at tey skulu søkja um fólkapensjón. Í brævinum er umsóknarblað, sum fólk skulu senda inn, tí pensjón kann ikki veitast, fyrr enn umsóknin er móttikin og viðgjørd.

Tá søkt verður um fólkapensjón í Føroyum, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum.

Almannaverkið virkar tá sum millumliður millum londini, til málið er avgreitt.

Vanligar treytir fyri at fáa fólkapensjón

Høvuðsreglan er, at tann, sum fær fólkapensjón:

  • er danskur ríkisborgari ella er gift/-ur við ella seinast hevur verið gift/-ur við donskum ríkisborgara
  • hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi
  • hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár, tá ið viðkomandi var millum 15 og 67 ár

Allar tríggjar treytirnar skulu vera loknar

 

Aðrar treytir

Um tú ikki lýkur treytirnar um danskan ríkisborgararætt, men hevur havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi 10 ár og búð her helvtina av nevnda tíðarskeiði beint áðrenn pensjónsaldur, skalt tú venda tær til Almannaverkið at spyrja ella frætta nærri.

Um tú hevur búð ella arbeitt í Norðurlondum ella øðrum landi, sum avtala er gjørd við, hevur tú møguliga rætt til fólkapensjón í fleiri londum. Hetta kann vera treytað av, at tú hevur goldið inn til sosialu trygdarskipanina í landinum. Vend tær til Almannaverkið um meiri kunning. Meir fæst eisini at vita undir brotinum “Búð og arbeitt uttan fyri Føroyar”.

Innvunnin pensjón fyri bústaðartíð og arbeiðstíð

Hevur tú búð 40 ár tilsamans í Føroyum, Grønlandi og Danmark, frá tí tú vart 15 til 67 ár, kanst tú fáa fulla fólkapensjón. Hevur tú búð styttri enn 40 ár í nevndu londum, hevur tú rætt til fólkapensjón í samsvari við bústaðartíðina. Fólkapensjónin verður útgoldin sambært galdandi lóg í tí landi, har tú býrt.

Tá ein fólkapensjónistur flytur til Danmarkar ella Grønlands, flytur hann uttan umsókn yvir til danska ella grønlendska fólkapensjón.

 

Onnur inntøka umframt fólkapensjón

Fólkapensjón er sett saman av grundupphædd og viðbót.

Viðbótin verður ávirkað av tí inntøku, sum tú hevur umframt pensjónina. Sum inntøka verður roknað øll skattskyldug inntøka, undantikið sosialar pensjónir og útgjald úr Samhaldsfasta, og kapitalvinningsinntøka, herundir rentuinntøka, inntøka av partabrøvum, lánsbrøvum og annað.

Viðbótin verður bert lækkað, um ársinntøkan er hægri enn 61.900 kr. (sonevnda frádráttarfría inntøkuupphæddin). Hvat ávirkar viðbótina er ymiskt. Tað valdast eitt nú, um tú ert stakur ella giftur pensjónistur, og um makin er pensjónistur ella ikki.

Lækking av viðbót til giftar fólkapensjónistar vegna inntøku
Meginreglan er, at fíggjarstøðan hjá giftum fólkapensjónistum, har bæði fáa fólkapensjón, verður viðgjørd samlað. Hetta merkir, at hava tú og hjúnafelagi tín eina samlaða inntøkan útyvir fólkapensjónina og útgjald úr Samhaldsfasta, sum er hægri enn frádráttarfría inntøkuupphæddin, 61.900 kr. fyri hvønn (123.800 kr. samla), ávirkar inntøkan pensjónsviðbótina hjá tykkum báðum. Viðbótin til fólkapensjón hjá tær og hjúnafelaganum verður tá lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá tykkum báðum.

Eru bæði tú og hjúnafelagin fólkapensjónstar, ella blíva tit bæði fólkapensjónistar áðrenn 1. januar 2020, ber til hjá tykkum at søkja Almannaverkið um at fáa broytt útrokningina av fólkapensjónini soleiðis, at pensjónin einans verður roknað eftir egnari inntøku. Treytin er, at bæði tú og hjúnafelagin fáa útgoldið fólkapensjón.útrokning. Ivast tú í onkrum, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Almannaverkið.

Far inn á roknimaskinuna og fyll út røttu persónsupplýsingar tínar og fá eina vegleiðandi. 

Hvat hendir, um tú flytur millum lond við tíni pensjón?

Flytur tú sum fólkapensjónistur til annað land, er ikki víst, at tú fært fólkapensjónina við tær. Spyr teg fyri á Almannaverkinum, so tú ikki kemur í eina óhepna støðu.

Búð og arbeitt uttan fyri Føroyar

Búð í danska ríkinum, Føroyum, Danmark ella Grønlandi

Hevur tú búð í Føroyum, Danmark ella Grønlandi verður bústaðartíðin í londunum løgd saman og fólkapensjón útgoldin sambært lógunum í tí landinum, tú býr í, tá tú skalt fáa fólkapensjón.

Búð í Norðurlondum

Um fólkapensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum, hevur búð í einum av hinum Norðurlondunum t.d. Íslandi, Noregi, Svøríki ella Finnlandi í minst trý ár í aldrinum frá 15 til 67 ár, kann hann hava rætt til fólkapensjón frá tí landinum ella teimum londunum.

Umsóknin um pensjón verður viðgjørd sambært lógunum í viðkomandi landi, og lýkur umsøkjarin treytirnar, verður pensjón játtað í mun til árini, hann hevur búð har.

Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fólkapensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Almannaverkið søkir tína vegna um pensjón úr hinum Norðurlondunum.

Búð í øðrum londum

Um fólkapensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum hevur búð og arbeitt í øðrum londum, kann vera, at hann hevur innvunnið sær pensjón í nevndu londum. Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fólkapensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Full pensjón ella ikki

Full pensjón verður roknað sum 40/40, t.v.s. at hevur tú verið búsitandi í 40 ár ella longri í einum landi, hevur tú rætt til fulla pensjón. Hevur tú haraftrat verið búsitandi t.d. 5 ár í Íslandi, kanst tú søkja um fólkapensjón haðani eisini. Eru treytirnar annars loknar, verður pensjónin játtað við 5/40. Verður fólkapensjón innvunnin í øðrum landi, verður føroysk pensjón ikki innvunnin í sama tíðarskeiði.

Tá søkt verður um fólkapensjón í Føroyum, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum.

Almannaverkið virkar tá sum millumliður millum londini, til málið er avgreitt.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Almannaverkið.

 

Persónlig viðbót - serliga trupul kor

Hevur tú sum pensjónistur ikki ráð at gjalda útreiðslur, sum eru neyðugar og rímiliga grundaðar, kanst tú hava rætt til persónliga viðbót. Viðbótin kann annaðhvørt vera fult ella partvíst gjald av stakútreiðslu ella afturvendandi útreiðslu.

Ein ítøkilig meting skal gerast av tínum fíggjarligu viðurskiftum, áðrenn viðbótin kann játtast. Viðbót verður bert veitt, um útrokningin vísir, at tú ikki hevur ráð til útreiðsluna.

Hevur tú ogn, sum kann nýtast at gjalda útreiðsluna, t.d. innistandandi í peningastovni, hevur Almannaverkið ikki heimild at gjalda tær viðbót.

Almannaverkið skal hava umsókn um stuðul, áðrenn tú bindur teg til útreiðsluna.

Brennistudningur - viðbót til ávísar pensjónistar

Pensjónistar kunnu hava rætt til brennistudning.

Treytin fyri at fáa brennistudning er:

  • at stakur pensjónistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 60.000 kr.
  • at giftur pensjónistur saman við hjúnafelaga ella samlivandi ikki hava hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 80.000 kr. Hjún, sum bæði eru pensjónistar, fáa eina felags viðbót, sum verður útgoldin við einari helvt til hvønn.
  • Viðbótin verður ikki latin pensjónistum, ið búgva á stovni, sum er góðkendur sambært lóg um almenna forsorg.
Rokna fólkapensjón

Tú kanst rokna tína fólkapensjón við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.

Hjúnalags-/ samlívsstøða
Børn
Havi uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis barni/børnum undir 18 ár
Upplýs, hvussu nógv børn:
Inntøka
Havi aðra inntøku enn fólkapensjón og samhaldsfasta
Upplýs væntaða inntøku um árið:
Hjúnafelagi/samlivari hevur aðra inntøku enn fólka- ella fyritíðarpensjón og samhaldsfasta
Upplýs væntaða inntøku hjá hjúnafelaga/samlivara um árið:
Tú og/ella hjúnafelagi/“samlivari” hava eina skattskylduga nettoinntøku av kapitalvinningi (avkasti av rentu, partabrøvum, ol.), sum er omanfyri 2000 kr/árið
Útrokning
Skal pensjónin roknast eftir nýggju reglunum, t.v.s. bara eftir egnari inntøku?
Tín fólkapensjón um mánaðin Vís meira {{ resultSummary[resultSummary.length-1].value/12 | number:0 }} kr.
{{ item.name }} vís meira {{ ex.name }} {{ ex.value/12 | number:0 }} kr. {{ item.value/12 | number:0 }} kr.
Gevið gætur: Eisini fært tú “Samhaldsfasta”, sum er ein skattskyldug upphædd á 5.590,- kr.
Les meira um samhaldsfasta á heimasíðuni hjá Taks
Fyrivarni: Rokniamboðið er bert vegleiðandi.


Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um fólkapensjón innan 14 dagar.

Minst til at søkja um fólkapensjón. Tað skulu øll, sum hava rætt til fólkapensjón.