Fólkapensjón

Fólkapensjón fyri persónar, sum eru føddir 1. januar 1953 ella seinni

Fólkapensjónin er sett saman av grundupphædd og viðbót
• Grundupphæddin er skattafrí
• Viðbótin er skattskyldug

Bæði grundupphæddin og viðbótin verða javnað eftir inntøku hjá tær. Javnað verður fyrst í grundupphæddini, og um tú hevur so mikið høga inntøku, at grundupphæddin fellur burtur, verður javnað í viðbótini.

Rokna fólkapensjón
Trýst her

Tú kanst rokna tína fólkapensjón við at svara spurningunum niðanfyri. Gev gætur, at roknarin bara er vegleiðandi.

Hjúnalagsstøða
Børn
Havi uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis barni/børnum undir 18 ár
Upplýs, hvussu nógv børn:
Arbeiðsinntøka
Komi at hava arbeiðsløn og/ella inntøku av egnum virki
Upplýs væntaða inntøku um árið:
Eftirløn
Komi at fáa lívrentu/lutaeftirløn sbrt. setanarsáttmála ella egnan sáttmála við eftirlønarveitari
Upplýs væntaða inntøku um árið:
Onnur inntøka
Komi at hava skattskylduga inntøku av húsaleiga, rentu/avkasti av innistandandi, virðisbrøvum o.a.
Upplýs væntaða inntøku um árið:
Útsetan av fólkapensjón
Ynskir tú at útseta fólkapensjónina?

Tín fólkapensjón um mánaðin Vís meira {{ resultSummary[resultSummary.length-1].value/12 | number:0 }} kr.
{{ item.name }} vís meira {{ ex.name }}
{{ ex.value/12 | number:0 }} kr.
{{ item.value/12 | number:0 }} kr.
Hetta útgjald er roknað út frá, at tín ársinntøka er {{ curr_income | number:0 }} kr., tá tíðin við útsetan er av.

Gevið gætur: Eisini fært tú “Samhaldsfasta”, sum er ein skattskyldug upphædd á 5.740 kr.
Les meira um samhaldsfasta á heimasíðuni hjá Taks
Fyrivarni: Rokniamboðið er bert vegleiðandi, og tekur støðið í tølum og treytum fyri 2019.


Hvør hevur rætt til fólkapensjón?

Øll, sum hava rokkið fólkapensjónsaldur og lúka lógarlýstu treytirnar hava rætt til fólkapensjón, sí eisini brotið niðanfyri um treytir. Pensjónsupphæddin valdast, hvussu leingi ein hevur búð í danska ríkinum.

Fólkapensjónsaldur

Fólkapensjónsaldurin er í løtuni:
67 ár fyri persónar, sum eru føddir áðrenn 1. juli 1957
67 ½ ár fyri persónar, sum eru føddir í tíðarskeiðnum 1. juli 1957 til 31. desember 1962
68 ár fyri persónar, sum eru føddir eftir 31. desember 1962

Fyri fólk, sum eru fødd eftir 31. desember 1962 verður 5. hvørt ár gjørd ein útrokning, um fólkapensjónsaldurin skal hækka. Pensjónsaldurin hjá teimum, ið eru fødd aftaná 31. desember 1962 hækkar um so er, at útrokningar vísa, at miðallívstíðin hjá 65-ára gomlum føroyingum hækkar. Fyrstu ferð roknast skal út, um pensjónsaldurin skal hækka er í 2025, og hevur tann broytingin virknað frá 2035, t.v.s. 10 ár eftir, at pensjónsaldurin varð tillagaður. Pensjónsaldurin kann í mesta lagi hækka við hálvum ári hvørja ferð.

Tríggjar mánaðir áðrenn fólk hava rokkið ásetta fólkapensjónsaldurin, fáa tey bræv frá Almannaverkinum um, at tey skulu søkja um fólkapensjón. Í brævinum er umsóknarblað, sum fólk skulu senda inn, tí pensjón kann ikki veitast, fyrr enn umsóknin er móttikin og viðgjørd.

Tá søkt verður um fólkapensjón í Føroyum, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum.
Almannaverkið virkar tá sum millumliður millum londini, til málið er avgreitt.

Vanligar treytir fyri at fáa fólkapensjón

Høvuðsreglan er, at tann, sum fær fólkapensjón:

• er danskur ríkisborgari ella er gift/-ur við ella seinast hevur verið gift/-ur við donskum ríkisborgara
• hevur fastan bústað í Føroyum ella hýru við føroyskum skipi
• hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi í 3 ár, tá ið viðkomandi var millum 15 og 67 ár

Allar tríggjar treytirnar skulu vera loknar.

Aðrar treytir

Um tú ikki lýkur treytirnar um danskan ríkisborgararætt, men hevur havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi 10 ár og búð her helvtina av nevnda tíðarskeiði beint áðrenn pensjónsaldur, skalt tú venda tær til Almannaverkið at spyrja ella frætta nærri.

Um tú hevur búð ella arbeitt í Norðurlondum ella øðrum landi, sum avtala er gjørd við, hevur tú møguliga rætt til fólkapensjón í fleiri londum. Hetta kann vera treytað av, at tú hevur goldið inn til sosialu trygdarskipanina í landinum. Vend tær til Almannaverkið um meiri kunning. Meir fæst eisini at vita undir brotinum “Búð og arbeitt uttan fyri Føroyar”.

Innvunnin pensjón fyri bústaðartíð og arbeiðstíð
Hevur tú búð 40 ár tilsamans í Føroyum, Grønlandi og Danmark, frá tí tú vart 15 til tú hevur rokkið fólkapensjónsaldur, kanst tú fáa fulla fólkapensjón. Hevur tú búð styttri enn 40 ár í nevndu londum, hevur tú rætt til fólkapensjón í samsvari við bústaðartíðina. Fólkapensjónin verður útgoldin sambært galdandi lóg í tí landi, har tú býrt.

Tá ein fólkapensjónistur flytur til Danmarkar ella Grønlands, flytur hann uttan umsókn yvir til danska ella grønlendska fólkapensjón.

Onnur inntøka umframt fólkapensjón

Fólkapensjón er sett saman av grundupphædd og viðbót.
Bæði grundarupphæddin og viðbótin verða ávirkaðar av tí inntøku, sum tú hevur umframt pensjónina. Sum inntøka verður roknað øll skattskyldug inntøka, undantikið sosialar pensjónir og útgjald úr Samhaldsfasta. Afturat inntøkuni verða lagdar nettoinntøkur, ið verða skattaðar eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini og útgjald av tvungnari uppsparing eftir reglunum í eftirlønarlógini, tó ikki kapitalútgjald.

Grundarupphæddin og viðbótin verða bert lækkaðar, um ársinntøkan hjá tær er hægri enn 45.000 kr. (sonevnda frádráttarfría inntøkuupphæddin). Tað er bert tín inntøka, sum ávirkar tína grundarupphædd og viðbót. Inntøkan hjá einum møguligum hjúnafelaga hevur ikki ávirkan á tína fólkapensjón.

Far inn á roknimaskinuna og fyll út røttu persónsupplýsingar tínar og fá eina vegleiðandi útrokning. Ivast tú í onkrum, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Almannaverkið.

Hvat hendir, um tú flytur millum lond við tíni pensjón?

Flytur tú sum fólkapensjónistur til annað land, er ikki víst, at tú fært fólkapensjónina við tær. Spyr teg fyri á Almannaverkinum, so tú ikki kemur í eina óhepna støðu.

Búð og arbeitt uttan fyri Føroyar

Búð í danska ríkinum, Føroyum, Danmark ella Grønlandi
Hevur tú búð í Føroyum, Danmark ella Grønlandi verður bústaðartíðin í londunum løgd saman og fólkapensjón útgoldin sambært lógunum í tí landinum, tú býr í, tá tú skalt fáa fólkapensjón.

Búð í Norðurlondum
Um fólkapensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum, hevur búð í einum av hinum Norðurlondunum t.d. Íslandi, Noregi, Svøríki ella Finnlandi í minst trý ár í aldrinum frá 15 til viðkomandi hevur rokkið fólkapensjónsaldur, kann hann hava rætt til fólkapensjón frá tí landinum ella teimum londunum.

Umsóknin um pensjón verður viðgjørd sambært lógunum í viðkomandi landi, og lýkur umsøkjarin treytirnar, verður pensjón játtað í mun til árini, hann hevur búð har.
Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fólkapensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Almannaverkið søkir tína vegna um pensjón úr hinum Norðurlondunum.

Búð í øðrum londum
Um fólkapensjónistur, sum er búsitandi í Føroyum hevur búð og arbeitt í øðrum londum, kann vera, at hann hevur innvunnið sær pensjón í nevndu londum. Ger vart við hetta á umsóknarblaðnum, tá ið tú søkir um fólkapensjón, og set teg í samband við Almannaverkið at fáa greiði á hesum viðurskiftum.

Full pensjón ella ikki
Full pensjón verður roknað sum 40/40, t.v.s. at hevur tú verið búsitandi í 40 ár ella longri í Føroyum, Danmark ella Grønlandi, hevur tú rætt til fulla pensjón. Hevur tú haraftrat verið búsitandi t.d. 5 ár í Íslandi, kanst tú søkja um fólkapensjón haðani eisini. Eru treytirnar annars loknar, verður pensjónin játtað við 5/40. Verður fólkapensjón innvunnin í øðrum landi, verður føroysk pensjón ikki innvunnin í sama tíðarskeiði.

Tá søkt verður um fólkapensjón í Føroyum, er umráðandi at svara teimum spurningum á umsóknarblaðnum, sum viðvíkja ríkisborgaraskapi og møguligum bústaði í útlandinum.
Almannaverkið virkar tá sum millumliður millum londini, til málið er avgreitt.


Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Almannaverkið.

Persónlig viðbót - serliga trupul kor

Hevur tú sum pensjónistur ikki ráð at gjalda útreiðslur, sum eru neyðugar og rímiliga grundaðar, kanst tú hava rætt til persónliga viðbót. Viðbótin kann annaðhvørt vera fult ella partvíst gjald av stakútreiðslu ella afturvendandi útreiðslu.

Ein ítøkilig meting skal gerast av tínum fíggjarligu viðurskiftum, áðrenn viðbótin kann játtast. Viðbót verður bert veitt, um útrokningin vísir, at tú ikki hevur ráð til útreiðsluna.

Hevur tú ogn, sum kann nýtast at gjalda útreiðsluna, t.d. innistandandi í peningastovni, hevur Almannaverkið ikki heimild at gjalda tær viðbót.

Almannaverkið skal hava umsókn um stuðul, áðrenn tú bindur teg til útreiðsluna.

Útsett fólkapensjón - Bíðiviðbót

Um tú framvegis er á arbeiðmarknaðinum, tá tú gerst fólkapensjónistur, kanst tú søkja um at útseta útgjald av fólkapensjón, og fáa útgoldið eina bíðiviðbót afturat fólkapensjónini, tá tú gevst á arbeiðsmarknaðinum, um tú lýkur treytirnar fyri at fáa bíðiviðbót.

Fyri at fáa bíðiviðbót skal tú hava havt eina inntøku av persónligum arbeiði í minsta lagi 1000 tímar í einum álmanakkaári. Hetta svarar áleið til eitt hálvtíðarstarv. Fyri hvønn mánaða pensjónin verður útsett, er bíðiparturin 0,45%. Harumframt hækkar bíðiparturin við 10 % av tí higartil samansparda bíðipartinum fyri hvørjar samanhangandi 12 mánaðir, ið pensjónin verður útsett.

Umsókn um at útseta útgjaldi av fólkapensjón skal latast Almannaverkinum samstundis sum ella aftaná at søkt verður um fólkapensjón. Umsókn um útsetan av fólkapensjón hevur virknað frá 1. í mánaðinum eftir, at umsóknin er latin inn, tó í fyrsta lagi frá tí degi, tá fólkapensjónin kundi verið útgoldin.

Far inn á roknimaskinuna og fyll út røttu persónsupplýsingar tínar og fá eina vegleiðandi útrokning. Ivast tú í onkrum, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Almannaverkið.

Útgjald av fólkapensjón kann í mesta lagi útsetast 2 ferðir, har fólkapensjón verður útgoldin í tíðini ímillum. Fólkapensjónin kann útsetast í íalt 120 mánaðir.

Doyr viðkomandi, meðan fólkapensjónin er útsett, heldur útsetanin uppat frá degnum eftir andlátið, og ongin bíðiviðbót verður útgoldin.

Framskundað pensjón

Nú ber til at søkja um framskundaða pensjón. Treytin er, at arbeiðsførleikin varandi er minkaður við í minsta lagi eini helvt. Tað er, at tú ikki megnar at arbeiða meira enn hálva tíð. Tú kanst í fyrsta lagi søkja um framskundaða pensjón 3 ár áðrenn pensjónsaldur.

Hetta merkir, at um tú ert 64 ár, skalt tú heldur søkja um framskundaða pensjón enn fyritíðarpensjón, tí viðgerðin er skjótari, og veitingin er galdandi frá 1. í mánaðinum eftir, at Almannaverkið hevur móttikið umsóknina.

Veitingin svarar í minsta lagi til útgjald av miðal fyritíðarpensjón, sum er 12.089 kr. áðrenn skatt hjá støkum persóni við ongari inntøku og 10.063 kr. áðrenn skatt hjá giftum persóni við ongari inntøku. Harumframt kann hann hava rætt til viðbót til ávísar pensjónistar, um ársinntøkan hjá honum og hjúnafelaga/samliva tilsamans er undir 80.000 kr., og virðið av nettoinntøkuni tilsamans, sum verður skattað eftir reglunum í kapitalvinningsskattalógini, og sum er partur av inntøkugrundarlagnum, ikki er omanfyri 2.000 kr. árliga. Talan er um upphæddir fyri 2020.

Í málsviðgerðini verður mett um, um grundarlag er fyri at játta hægstu fyritíðarpensjón.

Rætturin til framskundaða pensjón kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.

Vilt tú søkja um framskundaða pensjón, skalt tú fylla út umsóknarblaðið “Umsókn um framskundaða pensjón”, sum finst undir oyðubløð.