Fyribils uppihaldsveiting

Uppihaldsveiting vegna sjúku kanst tú søkja um at fáa, um tú ongan annan møguleika hevur at uppihalda tær og tínum. Tað vil siga, at tú skalt hava troytt allar møguleikar fyri at hava inntøku, ið kann tryggja tær uppihald. 

 

Treytir fyri fáa fyribils uppihaldsveiting

Tú skalt:
- ikki hava inntøku av týdningi, og tað skal hjúnafelagin heldur ikki
- ikki eiga ogn av týdningi, ið kann nýtast til at nøkta fíggjarliga tørvin
- vera búsitandi í Føroyum
- vera eldri enn 18 ár

Harumframt skalt tú hava roynt niðanfyri nevndu møguleikar fyrst og annars lúka treytirnar um fyribils uppihaldsveiting:

  • veiting frá Arbeiðsloysisskipanini
  • veiting eftir sjúkradagpeningalógini
  • veiting frá Trygdargrunninum
  • veiting frá Vanlukkutryggingini
  • inntøka hjá hjúnafelaga
  • hjúnafelagagjald
  • rentu- og leiguinntøka
  • avlopsskattur
  • frítíðarpeningur
  • pensjón

Ert tú yngri enn 18 ár, skalt tú:
- vera við barn og sett at eiga um átta vikur
- vera í hjúnalag

Upphæddir

Veitingin, sum tú fært sum uppihaldsveiting sambært forsorgarlógini, er ein føst lógarásett upphædd, sum er skattskyldug.

Fasta upphæddin er ásett eftir, um tú:
 •    ert yngri enn 25 ár, ella um tú ert 25 ár ella eldri
 •    býrt einsamøll/einsamallur, ella um tú ert sambúgvandi
 •    hevur børn at forsyrgja ella ikki

Um serlig viðurskifti gera seg galdandi hjá tær, er møguligt at søkja eitt ískoyti til ásettu veitingina.   

Allar inntøkur hjá tær verða drignar frá í veiting eftir forsorgarlógini. Partar av inntøkuni hjá møguligum hjúnafelaga verða somuleiðis drignir frá í veitingini eftir forsorgarlógini. Við at nýta roknaran niðast á síðuni, sært tú, hvussu inntøkan ávirkar veiting tína.
Tær ávísu upphæddirnar eru at finna undir Almannaveitingar upphæddir

Sjúka

Uppihaldsveiting vegna sjúku kanst tú søkja um at fáa, um tú ongan annan møguleika hevur at uppihalda tær og tínum.

Arbeiðsloysi

Hevur tú hvørki arbeiði ella rætt til útgjald frá ALS, t.d. tí tú hevur gingið í skúla, júst lokið eina útbúgving ella brúkt dagatalið í ALS upp, kanst tú søkja uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini. Tú kanst eisini søkja um ískoyti til útgjaldið frá ALS.

Vantandi barnaansing

Fært tú fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa at sleppa til arbeiðis aftan á barnsburðarfarloyvi, tí tú ikki fært ansingarpláss á dagstovni ella í dagrøkt, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldsveiting.

Umframt at lúka vanligu treytirnar fyri uppihaldsveiting, er tað ein treyt, at barnið er skrivað upp til ansing, tá ið tað er føtt. Eisini skal kommunan hvønn mánað vátta, at tað í løtuni er ógjørligt at útvega ansingarpláss.

Barnsburður

Í heilt serligum førum, t.d. um arbeiðið hjá tær hevur heilsuvanda við sær fyri teg ella barnið, kanst tú fáa sjúkradagpengar frá Almannaverkinum.

Annars er tað fyrst og fremst Barsilsgrunnurin, sum tryggjar tær veiting í barnsburðartíðini. Kemur tú av einihvørji orsøk ikki undir reglurnar fyri barsilsveiting, og ber ikki til hjá tær at útvega neyðugu pengarnar til lívsins uppihald, kanst tú søkja um uppihaldsveiting frá Almannaverkinum.

Almannahending, ið hevur við sær fíggjarligar trupulleikar

Almannahendingar sum samlívsslit, deyði, arbeiðsloysi ella bústaðarloysi eru broytingar í tínum viðurskiftum, ið kunnu hava við sær, at tú fært brúk fyri fíggjarligari hjálp og vegleiðing frá Almannaverkinum. Tá ber til at venda sær til okkara og hoyra um møguleikarnar fyri uppihaldsveiting eftir forsorgarlógini.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um uppihaldsveiting innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og aðrar upplýsingar.