Inntøkumissur - endurgjald

Endurgjald fyri inntøkumiss er ein fyriskipan, sum er ætlað foreldrum ella øðrum, sum mugu vera heima hjá børnum vegna sjúk ella brek.

Dømi um meirútreiðslur

Dømi um meirútreiðslur kunnu vera serligar útreiðslur ella serliga stórar útreiðslur til serkost, eyka slit av fótbúna, blæur, flutningsútreiðslur, frítíðarítriv og serlig skeið, ið eru neyðug hjá uppihaldarum sum fyritreyt fyri at uppihalda, uppala, hava umsorgan fyri og ansa barninum í heiminum.

Hvør kann fáa endurgjald fyri inntøkumiss

Tá ið barn ber brek ella hevur varandi sjúku kann henda, at tað ikki fær verið á stovni, ella at tað  má vera heima í styttri ella longri tíð. Hetta kann hava við sær, at annað ella (hendingaferð) bæði foreldrini mugu frá arbeiði í styttri ella longri tíð, og tá er møguligt at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Endurgjald kann veitast fyri inntøku, sum er 25.000 kr. um mánaðin ella lægri. Endurgjald kann kann eisini verða veitt, tá ið talan er um:

  • fráveru í sambandi við sjúkrahúsuppihald ella aðra viðgerð hjá barninum
  • fráveru tí barnið orsakað av serligum viðbrekni við uppruna í brekinum ella sjúkuni, bert kann vera á dagstovni, dagrøkt ella skúla parttíð
  • partvísa fráveru tí barnið krevur so nógva umsorgan, umsjón og hjáveru alt samdøgrið, at tað er neyðugt, at annað av foreldrunum er heima frá arbeiði, sjálvt um barnið er í dagansing ella skúla, t.d. tá ið talan er um fjølbrekað barn
Treytir

Tað er altíð ein fyritreyt fyri at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, at møguleikin at ansa barninum á dagstovni, dagrøkt ella hjá Trivnaðardeplinum er troyttur fult út, eins og skúlin hevur skipað skúlagongdina og undirvísingina við atliti at fortreytum hjá barninum.

Endamálið við endurgjaldi fyri inntøkumiss

Sum grundarlag fyri at veita stuðul ger Almannaverkið í samráð við foreldrini ella onnur, ið uppihalda barninum, eina heildarmeting av ítøkiliga tørvinum og fyritreytunum hjá barninum og familjuni. Endamálið við stuðlinum er at linna og fyribyrgja, at støðan hjá barninum versnar og at stuðla og lætta um hjá familjuni at uppihalda barninum í heiminum. Útgangsstøðið er, at familjan hevur ábyrgdina. Tað almenna stuðlar familjuni at lyfta hesa ábyrgd.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um inntøkumiss innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan, lønar- og aðrar upplýsingar.