Meirútreiðslur - børn

Meirútreiðslur eru serligar útreiðslur ella serliga stórar útreiðslur, sum ein familja við barni, ið ber brek ella er varandi sjúkt hevur í mun til aðrar familjur. Øll foreldur hava t.d. útreiðslur til mat, klæði, frítíðartilboð, leikur o.a. Slíkar útreiðslur kunnu vera størri hjá familjum við barni, ið ber brek ella er varandi sjúkt, tí serlig krøv verða sett til innihald, dygd, form og annað.

 

Endurgjald fyri meirútreiðslur av uppihaldi

Familja, sum hevur serligar ella serliga stórar meirútreiðslur av at hava varandi sjúkt barn ella barn við breki kann fáa endurgjald fyri hesar útreiðslur ella part av teimum. Endurgjaldið er grundað á eina heildarmeting, sum Almannaverkið ger út frá eini sosialfakligari og eini læknaligari lýsing. Út frá heildarmetingini ger Almannaverkið í hvørjum einstøkum føri av, hvør stuðul er neyðugur og rímiligur.

Útreiðslur av ávísari sjúkuviðgerð

Umframt ymiskar meirútreiðslur av uppihaldinum, hava foreldur at børnum, ið bera brek ella hava varandi sjúku ofta útreiðslur av serligari fyribyrgjandi og bøtandi viðgerð. Tað er í høvuðsheitum fysioterapi, ergoterapi, fótarøkt og kiropraktor umframt sálarfrøðilig viðgerð til barnið og avvarðandi. 

Fyritreytin fyri, at Almannaverkið kann veita stuðul til viðgerðarútreiðslur, er, at lækni hevur ávíst barnið til viðgerðina, og at Heilsutrygd hevur góðkent viðgerðina og gjørt sáttmála við avvarðandi yrkisfelag um gjald fyri viðgerðir. Almannaverkið rindar munin millum fullan kostnað og ískoyti frá Heilsutrygd.

Svartíð

Almannaverkið hevur sum mál at svara umsókn um meirútreiðslur innan 1 mánað.

Aftrat kemur tíðin, tað tekur at fáa læknaváttan og arðar upplýsingar.